Í døgunum 24. og 25. august er føroyska Elnevndin vertur fyri fundi hjá norðurlendsku nevndini fyri samskipan um eltrygd (NSS). Á skránni eru bæði áleikandi mál og spurningar umframt kunning frá undirnevndunum.
Les meira HER
JáH (y) 25.08.2016
Norðoya Portalurin
Hóast eltrygd í stóran mun verður umsitin í evropeiskum samstarvi, so tryggjar serstaka norðurlendska samstarvið um eltrygd eina røð av fyrimunum, sum eisini Føroyar njóta ágóðan av. Í døgunum 24. og 25. august er føroyska Elnevndin vertur fyri fundi hjá norðurlendsku nevndini fyri samskipan um eltrygd (NSS). Á skránni eru bæði áleikandi mál og spurningar umframt kunning frá undirnevndunum. Les meira HER JáH (y) 25.08.2016 Sunnudagin 21. august var árligi ráðharrafundurin í Hoyvíksráðnum, har uttanríkisráðharrarnir í Føroyum og Íslandi hittast at viðgera mál viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum. Á fundinum vóru ráðharrarnir, Poul Michelsen og Lilju Alfreðsdóttir samd um, at hóast góða samstarvið millum londini, er tíðin komin at endurskoða Hoyvíkssáttmálan við atliti til, hvussu størri javnvág fæst í handilssamstarvið millum londini. Tí varð avtalað, at embætisfólk úr londunum báðum fara undir at gjøgnumganga sáttmálan, nú 10 ár eru liðin síðan hann kom í gildi. Úrslitið av arbeiðinum skal verða ein felags frágreiðing, ið verður løgd fyri ráðharrarnar. Kelda: Løgtingið Tað verður nógv práta um, at tað er ov dýrt at hava fleiri sjúkrahús koyrandi í Føroyum - men hinvegin so merkir tað eisini, at Landssjúkrahúsið verður væl dýrari at koyra - um nú Klaksvíkar Sjúkrahús skuldi verið niðurlagt - og tað næsta verður vælsaktans at Tvøroyrar Sjúkrahús eisini skal niðurleggjast ... vit spyrja bara, hvar gongur grensan ..? Og norðoyingar eru í øðini, at prátið er komið soleiðis til, at nú skula teirra vældámda sjúkrahús vera niðurlagt, so at enn ein almenn nýtsla verður til frama fyri Tórshavnina. Og eru tað sparingar, sum okkara landsins valdu tosað um - kann eitt menniskjalív veruliga gevast upp í krónum og oyrum ?!? Vit á Norðoya Portali fara at seta tykkum (lesarar) glóðheitu spurningarnar: - Skula vit einans hava eitt sjúkrahús í Føroyum ..? Ella skal Klaksvíkar Sjúkrahús varðveitast ..? JáH (y) 14.08.2016 Føroyar eru á broytingarkós, og málið er einar samhaldsfastar, sjálvbjargnar og tíðarhóskandi Føroyar. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, fyri løtu síðan, tá ið hann helt sína fyrstu ólavsøkurøðu. “Nógv hevur verið tosað um nýskipanir. Tær eru tó altíð komnar í drag. Men Føroyar eru á broytingarkós. Tað var ein nýskipanarhugað samgonga, sum tók við farna heyst. Ein samgonga, sum hevur sett sær fyri at fremja nakrar av teimum neyðugu broytingunum, vit so leingi hava tosað um”, vísti løgmaður eitt nú á. Samgongan hevur sett sær fyri, at fleiri nýskipanir skulu setast í verk hesa tingsetuna. “Næstu mánaðirnir verða teir mest avgerandi í nýggjari tíð. Fleiri nýskipanir, ið skulu flyta okkum framá, standa fyri durum. Avgerðir skulu takast um fiskivinnuna, um pensjónsskipanina og um heilsuverkið. Avgerðir, sum ikki fara at geva úrslit í morgin ella í ovurmorgin, men frammi í tíðini.”, segði løgmaður millum annað í røðu síni. Lesið frágreiðing løgmans á ólavsøku 2016 her |
Greinar
October 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til [email protected] ella [email protected] |