Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greiðir frá framroknaða fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016.
Fundurin verður í fundarhølinum “Krónan” í Kvíggjartúni 1 á Argjum.
JáH (y) 29.09.2015
Kelda: Fíggjarmálaráðið
Norðoya Portalurin
Tíðindafundur verður í Fíggjarmálaráðnum mikudagin 30. september klokkan 10.00. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greiðir frá framroknaða fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016. Fundurin verður í fundarhølinum “Krónan” í Kvíggjartúni 1 á Argjum. JáH (y) 29.09.2015 Kelda: Fíggjarmálaráðið Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, ið eisini er norðurlendskur samstarvsráðharri, hevur í dag verið á fundi í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hetta er fyrstu ferð landsstýrismaðurin hittir sínar norðurlendsku starvsbrøður sum samstarvsráðharri. Umframt Poul Michelsen luttóku á fundinum Anne Berner, finskur samskiftisráðharri, Carl Holst, danskur verjumálaráðharri, Elisabeth Aspaker, norskur fiskimálaráðharri og Veronica Thörnroos, álendskur samferðslumálaráðharri. Á skránni var millum annað orðaskifti um marknaforðingar og vøkstur í Norðurlondum. Undir orðaskiftinum vísti landsstýrismaðurin á tann týdning, sum arbeiðið við marknaforðingum hevur fyri Norðurlond og fyri Føroyar. Eisini var fyrireiking av Ársfundi Norðurlandaraðsins á skránni. Ársfundurin, sum í ár verður hildin í Reykjavík, er í døgunum 27. til 29. oktober. Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at hitta fráfarandi sendiharran hjá Sveits í Danmark, Denis Feldmeyer, á ferðini. Á fundinum, sum varð hildin á sendistovu Føroya í Keypmannahavn, vórðu felags áhugamál umrødd, og landsstýrismaðurin greiddi frá nýggja samgongusamstarvinum. JáH (y) 24.09.2015 Kelda: Uttanríkis- og Vinnumálaráðið Donald Trump hevði eina samrøðu við Stephen Colbert herfyri í sendingini The Late Show With Stephen Colbert - har Trump'urin greiddi frá at hann vildi byggja ein stóran vegg ímillum grensuna hjá Amerika og Mexico. Hetta vil valevni til forsetavali, Donald Trump gera - so at ólógligir immugrantar úr Mexico ikki sleppa til Amerika. Sjá video niðanfyri: JáH (y) 24.09.2015 Annika Olsen fór úr Fólkaflokkinum og síðan fór hann í Framsókn - har hon so síðan eisini meldaði seg burturúr. Hon hevur verið undir stórum persónligum trýsti seinastu dagarnir - men lovar á hennara Facebook vanga, at fólkið nokk skal fáa eina nærri frágreiðing um tað heila. Soleiðis skrivar Annika á sínum FB vanga: Mikið kjak hevur verið um min persón i seinastuni og nógv rok hevur verið orsakað av minum persóni. Tað biði eg um umbering fyri. Eg veit, at miðlar og onnur sita við nógvum spurningum eftir tað, sum er hent og royna at seta søguna saman. Eg lovi at gera samrøðu, tá eg komi aftur um nakrar dagar, so svar fæst á flestu spurningar. Beint nú vil eg hugsavna meg um mina familju nakrar dagar, sum hevur liðið nokk undir øllum trýstinum. Vit skulu minnast til, at ongin av okkum er meir enn eitt menniskja við øllum, ið hartil hoyrir. Ein innilig og hjartans takk til tykkum mongu, sum hesar seinastu dagarnar hava sent mær heilsu, tað er bæði rørandi og fløvandi. JáH (y) 23.09.2015 Óli P sum teknar fyri Portalin í løtuni hevur tekna eina tekning av Anniku Olsen - har hon er nakin og fer í songina hjá Poul Michelsen. Tekningin vísur á, at Annika júst hevur verið í song við Jørgen Niclasen ... Sjá tekningina hjá Óla P HER Men eftir (nærum) øllum at døma, so dáma fólkið ikki tekningina, sum Óli P hevur gjørt av Anniku Olsen. Ein lesari skrivar soleiðis í www.portal.fo um tekningina hjá Óla P.: "Sjálvandi skal tað snúgva seg um sex og naknar kvinnukropp, tá menn viðgerða kvinnur í politikki. Forbannað langt úti!" og ein annar skrivar: "Menn sum hata kvinnur!! Nú eisini Óli P." og fleiri aðrar viðmerkingar eru á Portalinum um júst hesa tekning - har meirlutin heldur, at her er Óli P also farin for langt. Sjálvur sigur Óli, at hann mangan hevur teknað pissilingar, uttan at nakar hevur kallað tað sexismu. JáH (y) 22.09.2015 Svar uppá spurningin: Fór Óli P for langt ?!?
Tey flestu hava svara "Nei" av teim spurdu. Útav teim 55 sum spurd eru - so hava 46 svara Nei - ímeðan 9 hava hildið at tekningin varð farin ov langt. Fyrst fór Annika Olsen úr Fólkaflokkin og uppí flokkin hjá Framsókn. Nú hevur Annika sent út tíðindaskriv til portalarnar, at hon nú eisini tekur seg úr Framsókn. Undirritaði hevur ikki tosað við formannin enn hjá Nýtt Sjálvstýri - men er nokkso sikkur uppá, at Annika Olsen er meira enn vælkomin í Nýtt Sjálvstýri. Tíðindaskrivi hjá Anniku Olsen er soljóðandi: Við hesum verður boðað frá, at eg í dag havi tikið meg úr fíggarnevndini og úr Framsókn. Eg eri sostatt frá í dag at rokna uttanflokka á Løgtingi. Eg havi seinastu dagarnar verið undir ómetaliga stórum persónligum trýsti og ásanni, at tann tíð eg havi havt at umhugsa meg í, hevur verið alt ov stutt. Sum støðan er, vóru mínar avgerðir at innlima meg i Framsókn og at lata meg velja til formann í fíggjarnevndini ikki rættar. Tískil eiga hesar avgerðir at verða rættaðar beinanvegin. Hetta er eftir míni bestu og innastu sannføring. At nú so stutt eftir valið at gerast parlamentariska grundarlagið undir samgonguni er ikki rætt og er at svíkja mínar veljarar. Mín avgerð at taka meg úr Fólkaflokkinum stendur tó við. Orsøkin til hesa avgerð er, at eg ikki kann taka undir við konservativa strukturinum í flokkinum. Eftir valúrslitið brast vónin fyri nakrari broyting í førda politikkinum hjá Fólkaflokkinum. Eg fari inniliga at biðja øll, serliga mínar veljarar, um umbering fyri, at eg á løgtingsfundinum seinasta hósdag leyp framav. Fyribils ætli eg mær ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið, og fari inniliga at biðja fjølmiðlarnar um at virða hetta. Eg ynski komandi dagarnar at fáa frið saman við mínum nærmastu. Skriv er tí sent Løgtinginum við umbøn um farloyvi. JáH (y) 21.09.2015 Nógv standa spyrjandi, og tí spyr Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu um mannagongdir, tá borgarstjórar verða valdir á ting. Hvussu kann tað bera til, at borgarstjórin í høvuðstaðarkommununi fær undirtøku frá býráðnum, at hann kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis, meðan borgarstjórin í Klaksvík, av meiriluta í býráðnum, verður noyddur at velja antin borgarstjórasessin ella løgtingssessin. Seinastu árini hava fleiri borgarstjórar sitið í Løgtinginum og røkt báðar sessirnar. Hetta valskeiðið hevur borgarstjórin í Runavík boðað frá, at hann røkir báðar sessirnar til nýggjárs, borgarstjórin í Vestmanna situr í báðum sessum restina av kommunu-valskeiðinum, og borgarstjórin á Tvøroyri, ið situr í báðum sessunum, umhugsar støðuna. Talan er um eitt prinsippmál. Tað eigur ikki at kunna setast spurnartekin við avgerð hjá býráðum, um talan er um vælvilja/ illvilja ella politisk motiv. Tí skuldi tað verið klokkuklárar mannagongdir, sum avgjørdu, um ein borgarstjóri fær møguleikan at røkja løgtingssess, samstundis sum hann er borgarstjóri. Á tingfundi 17. september boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 1. Heldur landsstýriskvinnan, at talan er um prinsippmál, har allir borgarstjórar eiga at vera javnstillaðir? 2. Heldur landsstýriskvinnan at talan er um javnbjóðis treytir, tá t.d. borgarstjórin í Tórshavn og fleiri øðrum kommunum kunnu sita í báðum sessum, meðan borgarstjórin í Klaksvík, skal velja annan sessin frá? 3. Hevur landsstýriskvinnan í kommunumálum somu áskoðan sum fyrrverandi, at borgarstjórar settir fulla tíð, ikki samstundis kunnu sita í Løgtinginum? 4. Hevur landsstýriskvinnan ítøkiligar ætlanir um at fremja broytingar í kommunustýrislógini? Landsstýrið hevði sín fyrsta landsstýrisfund seinnapartin í gjár. Nýggja landsstýrið er søguligt, tí fyri fyrstu ferð er javnstøða í landsstýrinum. -Eg ætli mær at leggja stóran dent á at samskipa øll høvuðsmálini hjá landsstýrinum. Skulu vit røkka góðum úrslitum, verður neyðugt at samansjóða okkara sjónarmið og samstarva væl, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum hava áður verið landsstýrisfólk. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum royna seg fyri fyrstu ferð í landsstýrinum. Næsti landsstýrisfundur verður mánadagin Løgmaður hevur í dag sett Rúna Joensen í starv sum aðalstjóra í nýggja Innlendismálaráðnum. Hann hevur seinastu árini arbeitt sum ráðgevi í Vinnumálaráðnum. Rúni Joensen var aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, tá ið ráðið varð niðurlagt í 2013. Rúni Joensen er 56 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur, og hevur arbeitt sum aðalstjóri í landsfyrisitingini frá 2002 til 2013. Mynd: KVF Mikudagin 16. september 2015 var fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggja landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, og í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari samkomu, har starvsfólkið heilsaði honum vælkomnum. Aðalstjórin helt stutta vælkomutalu, og nýggi landsstýrismaðurin fekk at vita, at starvsfólkini í Fiskimálaráðnum standa landsstýrismanninum til tænastu við tí endamáli at tryggja eitt gott og mennandi samstarv. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, takkaði fyri og hugleiddi eitt sindur um politikk og annað. Hann segði seg vera spentan at fara til verka í nýggja starvinum, sum helst verður ein stór avbjóðing. Kelda: Fiskimálaráðið |
Greinar
October 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til [email protected] ella [email protected] |