
Frágreiðingin er í fýra pørtum: Røða, ískoytispartur, løglisti og hagtalspartur.
Løgmansskrivstovan
Norðoya Portalurin
![]() Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2022 kann lesast her Frágreiðingin er í fýra pørtum: Røða, ískoytispartur, løglisti og hagtalspartur. Løgmansskrivstovan ![]() Í fíggjarlógini fyri 2022 eru 1,8 milliónir krónur játtaðar til at útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini. Hetta er fyrstu ferð, at stuðul er markaður til verkætlanir innan orkumøguleikar úr undirgrundini. “Vit kunnu gagnnýta grønar og varandi orkukeldur upp aftur meira, men fyrst mugu við fáa størri vitan um teir møguleikar, sum eru í undirgrundini. Landsstýrið hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast grønari, og hetta er eitt stig á leiðini”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orkumálum. Verkætlanir, sum verða stuðlaðar av nýggju játtanini, skulu fremjast í samstarvi við Jarðfeingi ella Umhvørvisstovuna. Stovnarnir skulu tryggja, at úrslitini gerast atkomulig hjá almenninginum, og at onnur kunnu byggja upp á ta nýggju vitanina. Landið rindar í mesta lagi helvtina av samlaða verkætlanarkostnaðinum. Hesar verkætlanir fingu stuðul: 1.000.000 kr. er játtað til at fremja fyrsta stig av eini upphitingarskipan til kommunalar bygningar við Sjógv í Kollafirði við heita vatninum á Lygnnesi. 165.600 kr. eru játtaðar til at gera royndarboring á Fossum í Klaksvík. Endamálið við verkætlanin er at kanna møguleikar fyri at hita upp bygningar við vatni úr undirgrundini á Fossum umframt at brúka vatn úr Norðoyatunnlinum. 634.400 kr. eru játtaðar til til at finna orsøkina til tann óvanliga jarðhitavøksturin á Glyvrum og samstundis finna út av, hvussu nógv og á hvønn hátt orka kann útvinnast úr undirgrundini til upphiting. Umhvørvis- og vinnumálaráðið ![]() Tað er altíð hugaligt at koyra framvið Mýruni í Hoyvík á veg til Havnar. Hugaligt at síggja hvussu skjótt og væl tað gongur við byggingini av nýggja sambýlinum til fólk við menningartarni. Tað verður ein vakur bygningur, sum fer at liggja væl í lendinum. Tað er altíð stuttligt at síggja ítøkilig úrslit av arbeiði, ein hevur verið partur av. Sum táverandi landstýriskvinna í almannamálum loysti eg fyrsta flagið til sambýlið tann 2. Mars 2021. Eg gleðist um byggingina, og at alt sær út til at ganga eftir ætlan. Bæði tíðarætlan og játtan síggja út til at fara at halda og klárt verður at flyta inn síðst í hesum árinum. Hetta eigur landsverkfrøðingurin saman við starvsfólki rós uppiborið fyri. Eisini eigur Tórshavnar kommuna rós uppiborið fyri gott samstarv. Hetta er byrjanin til eina nýggja tíð. Sambært Javna, er hetta fyrsta sambýlið nakrantíð, ið vit byggja til fólk við menningartarni í miðstaðarøkinum. Tá Eirargarður bleiv bygdur fyri meir enn 40 árum síðani, vóru tað danskir myndugleikar, ið stóðu fyri byggingini. Hetta sæst eisini aftur í langa bíðilistanum eftir bústaði í økinum. Eg havi tosað við fólk, sum eftir ætlan skulu flyta inn í sambýlið, og eru tey sera spent uppá at flyta inn í eitt spildurnýtt heim í góðar og virðiligar karmar. Eisini avvarðandi teirra gleðast um sambýlið, sum eftir ætlan skal standa liðugt síðst í hesum árinum. Fólkaflokkurin er ein socialur flokkur eisini. Nú vit eru á sociala økinum, so kann eg nevna, at umframt Sambýlið á Mýruni í Hoyvík er byggingin byrjað uppá tvey onnur nýggj heim í miðstaðarøkinum undir sitandi borgarligu samgongu. Eitt bú- og umlættingarheim í Kvíggjartúni á Argjum til børn og ung við autismu og eitt sambýlið í Reynstúni, somuleiðis á Argjum til fólk við menningartarni og fjølbreki. Fólkaflokkurin er ein socialur flokkur eisini, og hevur valt at raðfesta sociala økið høgt, og tað fer framhaldandi at verða ein av okkara merkivørum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur løgtingslimur ![]() Sannleikin er oftani illa lýddur. Og sekur er hann, iđ at sær tekur. Mín viðmerking man hava rakt rætt. Tí nù koma teir, kropp á kroppi, Aksel Johannesen, og teirra politiski advokatur, Jógvan Páll Lassen. Aksel Johannesen sigur, at eg eri ímóti, at føroyingar ganga í haganum. Nei tað eri eg ikki. Hetta er, sum nógv av tí Aksel borðreiðir við, fake news. Eg legði dent á, at gongd í haga altíð má verða í samráð við tey sum varða av jørðini. Samskifti og samstarv er vegurin fram. Ikki tvang. Tað sum eg eri hart ímóti, er at Javnaðarflokkurin við lóg ætlar at tvinga fleiri túsund føroyskar bøndur og óðalsfólk at opna sínar hagar um alt landið, so øll frítt kunnu ganga allastaðni og allatíðina. Ongar treytir, eingin stýring, einki skil á. Óskipað gongd í haga vildi verið ein vanlukka fyri plantu- fugla- og djóralívið. Tađ hevði veriđ ógjørligt at driviđ landbùnađ. Tađ hevði skapt stóra illstøðu millum føroyingar. Og tađ hevði gjørt stóra ójavnan millum økini í landinum uppaftur størri. Har má verða skil í, og har mugu verða treytir. Annars oyðileggja vit okkara land. Bæði okkara náttúru, okkara mentan og okkara samanhald. Tí er tað markleysur frekleiki, tá Aksel Johannesen og Jógvan Páll Lassen halda seg duga betur at seta “greiðar treytir og avmarkingar” fyri tey sum skulu ein túr í hagan, enn tey, bøndur og óðalsfólk, sum varða av jørðini, og sum í ættarlið hava røkt bø og haga við nærlagni og við umsorgan fyri øllum tí, sum rørir seg í náttúruni. Sanniliga er tað langt ímillum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Allar Føroyar eru matrikuleraðar, og veruleikin er, at sambært lóg eiga og ráða samanlagt nógvir túsund føroyingar yvir sínum egna matrikkulnummari. Og sambært lóg gera hesi suverent av, hvat gongur fyri seg á teirra matrikli. Ognar- og ræðisrætturin er púra greiður. Har er ongin ivi. Vil Javnaðarflokkurin avtaka lógarfesta rættin hjá føroyingum til at ráða yvir egnari ogn, og oyðileggja okkara møguleika at dríva landbúnað, og aðra vinnu sum knýtir seg til jørðina, so er talan sólarklárt um ognartøku. So kunnu tit pakka tað inn í øll møgulig fyrivarni, men veruleikin er, at tit renna tykkum so dyggiliga ímóti teirri donsku grundlóg sum tit í javnaðarflokkinum annars plaga at taka undir við. Grundlógin verjir privata ognarrættin, og tryggjar tey grundleggjandi rættindi, sum knýta seg til tilverugrundarlagið hjá borgarunum. Jógvan Páll Lassen er tíbetur ikki tann einasti advokaturin í danska kongaríkinum. Og tíbetur eru tað fleiri løgfrøðingar sum eru ósamd við hansara politisku útsagnir um, at prosjektið hjá Javnaðarflokkinum ikki er ein ognartøka. Eg haldi tað annars verða vanvirðiligt av Akseli at fara soleiðis við sínum egnu borgarum. Hesar familjur hava fingist við landbúnað alla sína tíð. Oftani eru tað fleiri ættarlið gjøgnum fleiri hundrað ár sum hava lagt alt sítt lív og stríð í at røkja jørðina. Hetta er ein aldargomul mentan sum hevur alstóran týdning fyri lívsins uppihald hjá fleiri túsund familjum úti um landi. Sjálvt um tað mangan er stríggið, so kempa tey fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tí er einki forgjørt í at summir bøndur ella óðalsfólk fáa onkran lítlan eyka vinning, við at taka okkurt gjald fyri t.d. túrar ella aðrar upplivingar, sum síðani kann verða við til at stuðla uppundir raksturin av haganum. Hetta er ikki bara rímiligt. Hetta er sanniliga eisini teirra lógligi rættur. Og tað skulu vit sum politiskur myndugleiki verja. Fyri tí er ikki sagt, at føroyingar ikki kunnu fara ein túr í hagan. Lat meg endurtaka: Sjálvandi kunnu teir tað. Tað fungerar fínt sum er, tí haga- og girðingarlógin er greið og góð. Um vit øll bara halda lógina, og fylgja tí gomlu siðvenju, at spyrja áðrenn tey fara, so er tað sum oftast ongin trupulleiki. Øll hava fartelefon so tað mátti verið lætt líka at ringja og spyrja. Hygg bara á facebook, so sært tú at føroyingar saktans sleppa at ganga í haganum. So eg skilji ikki trupulleikan...? Men tað er kanska mín trupulleiki, fyri nú at brúka orðini hjá Jógvani Páll Lassen: "Jacob Vestergaard er skítbýttur." Tað er ikki hvørt orð ein skal svara til. Men eg eri ikki býttari enn so, at eg havi lagt mær í geyma tað sum føroyskir advokatar sjálvir hava sagt í KVF, um ognar- og ræðisrættin hjá festarum og óđalsfólki. Fyri at endurgeva advokatin hjá Javnaðarflokkinum, sum eisini er húsadvokatur í KVF, orðarætt: ”Lógin er konsekvent. Tù hevur ikki loyvi til at ganga í haganum, uttan við loyvi frá tí sum hevur rættin, uttan á bygdagøtunum. Tá man hevur ein rætt, so hevur tù eisini rætt til til at selja rættin, og rætt til at brúka hann til at fáa eina inntøku." (Jógvan Páll Lassen í KVF, apríl 2019) Sjálvur havi eg ongantíð noktað nøkrum at fara ein túr í hagan. Tað ger onki, um tey sum ætla sær ein túr í hagan, spyrja áðrenn. Størri er trupulleikin ikki. Jacob Vestergaard ![]() Í mong ár hevur alment verið víst á manglandi dialysuviðgerð kring landið. Fyri nýrasjúklingar er ynskið um viðgerð í nærumhvørvinum, so persónliga orkan verður varðveitt til at hava ein so virknan gerandisdag sum gjørligt. Grein 25, stykki c, í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, staðfestir, at myndugleikarnir hava skyldu til at útvega heilsutænastur so nær sum gjørligt bústaðnum hjá borgaranum eisini úti um landið. Tí alneyðugt er at síggja heildartørvin hjá borgarum, áðrenn, undir og eftir sjúkraviðger. Tørvur á bráðloysn Eftir at fólkavaldur politikari í Degi og viku hevur úttalað seg um væntandi tilboð til sjúklingar í Suðuroy, mótmælir Serlæknafelag Føroya í grein, tí lagt verður eftir einum av limunum í serlæknafelagnum, og rørt verður uppundir, at yvirlæknin ikki tekur ábyrgd og ger sítt arbeiði til lítar. MEGD, ið seinastu árini hevur fylgt gongdini hjá borgarum við nýrasjúkum, má tíverri aftur staðfesta, at teir borgarar, sum sambært serlæknafelagið eru í best røkta sjúklingabólkinum í Føroyum, samanumtikið hava avmarkaða og óneyðugt niðursetta lívsgóðsku. Hetta eigur ikki at verða góðtikið. Tá tað ikki er ábyrgdin hjá nýralæknanum á Landssjúkrahúsinum at skipa eitt tilboð um dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, so átti avvarðandi myndugleikar langt síðandi havt funnið útav, hvør so skal gera tað. Í eini handavending er eingin, ið krevur, tí hesar avbjóðingarnar hava verið kendar í fleiri ár. At eingin bólkur fyrr er settur at lýsa tørvin og koma við tilmæli um, hvussu eitt tílíkt tilboð um dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi kundi verið skipað, kunnu vit bara undrast á. Vit vóna at hetta arbeiðið verður framt skjótt við virðing fyri viðkomandi borgarum og avvarandi teirra. Tey, ið best kenna avbjóðingarnar Sigrið Mikkjalsdóttir, ið hevur heimadialysu, rósar í viðmerking, eins og Serlæknafelagið, viðgerðini á Landsjúkrahúsinum. Víðari vísir hon hinvegin á, at dialysuviðgerð er fyri fleiri ein lívslong viðgerð, og at tað merkir viðgerðir einar tríggjar til fýra ferðir um vikuna. Tí er tað neyðugt, at lívsgóðska fylgir við, tí her skal talan ikki bara vera um at yvirliva. Dialysuviðgerð í nærumhvørvinum er tá svarið, so sjúklingar sleppa frá at brúka nógvar tímar fleiri ferðir um vikuna at ferðast. Her er talan um borgarar við varandi sjúkum, og har orkan tíðum er avmarkað. Áheitanin frá Sigrið er greið: - Lovið teimum at brúka tað sindrið av orku, sum tey hava eftir, uppá tað, sum gevur teirra lívi innihald! Hetta snýr seg bara um sjúklingin, og at sjúklingurin altíð skal vera í miðdepilinum. Lurtið eftir felagnum og sjúklingunum MEGD heitir við hesum á avvarðandi myndugleikar um at lurta eftir Nýrafelagnum og virða teir borgarum við nýrasjúkum, ið hava rætt til virðiliga viðger í nærumhvørvinum. Finnið skjótt eina virðiliga loysn, so borgarar og avvarðandi kenna seg trygg og kunnu hava ein so góðan og virknan gerandisdag sum gjørligt. Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD ![]() ** Endamálið er at endurnýggja flotan ** Tað var skelkandi at hoyra formannin í Starvsfelagnum í Kringvarpinum í samband við ætlanina hjá landsstýrinum at umskipa Strandfaraskip Landssins, antin í eitt alment partafelag ella í eina sjálvstøðuga almenna eind eftir sama leisti, sum eitt nú Realurin og Bústaðir eru skipaði eftir. Hesir stovnar hava sum kunnugt ein sjálvstøðugan rakstur við egnari leiðslu. Eg kenni onki til, at starvsfólk hjá Bústøðum ella Realinum eru verri fyri enn aðrir starvsbólkar. Er tað nú blivið uppgávan hjá Starvsfelagnum at reka politikk og avgera hvørjar avgerðir politiska skipanin skal taka. Er starvsfelagið blivið ein politiskur felagsskapur, ella kanska ein undirdeild hjá Javnaðarflokkinum? Endamálið við umskipanini hevur einki við starvsviðurskiftini hjá teimum starvsfólkum, sum arbeiða á SL at gera. Ongin hevur ætlað sær at taka nøkur sum helst rættindi frá hesum starvsfólkum. Formaðurin í Starvsfelagnum vísur til “skandaluna” Postverk Føroya. Tað kundi verið hóskandi at spurt formannin í Starvsfelagnum hvat alternativ landsstýrið hevur í mun til Posta? At skerja virksemið felagsins niður aftur til bert at umfata postútbering, sum landskassin so átekur sær fyri síðani at rinda einar 20 mill. kr. árliga fyri hesa tænastu? Avleiðingin hevði eisini verið hópuppsagnir. Er hetta forsvarligur fíggjarpolitikkur og/ella starvsfólkapolitikkur? Í dag starvast eini 150 fólk á Posta, og felagið gevur yvirskot. Felagið rekur virksemi í kapping við privatar, og tí hevur landsstýrið eisini eina ætlan um at einskilja felagið. Hetta eigur at vera gjørt skjótast gjørligt, tí tað almenna skal sjálvandi ikki á henda hátt kappast við privatar. Javnaðarflokkurin er sær sjálvum líkur. Bjarni Hammar segði í somu tíðindasending, at tað er Løgtingið sum skal bestemma hvussu ferðaætlanin hjá SL skal síggja út. Álvaratos Javnaðarflokkurin, nær koma tit víðari? Skal okkara lóggávuting nú eisini áseta nær bussurin skal koyra til flogvøllin ella nær skipini skula sigla? Øll vita, at skipini hjá SL eru niðurslitin, og verandi gongd kann ikki halda fram. Eisini vita øll, sum eru í politisku skipanini, at skal ein endurnýgging av flotanum fara fram yvir fíggjarlógina, so verður einki skip endurnýggjað fyrstu 5 – 10 árini. Tað er avgerandi neyðugt at fáa loyst hesa uppgávu. Endamálið at umskipa SL er ikki at taka nøkur rættindi frá nøkrum starvsfólkum. Endamálið er at endurnýggja flotan skjótast gjørligt. Nýggj skip hava ein munandi bíligari rakstur, krevja minni umvælingar og nýggju skipini verða eisini ein munandi betri tænasta fyri tey, sum búgva á útoyggj, har onki vegasamband er. Annars byggir ætlanin at umskipa SL á eitt einmælt tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum væl og virðiliga hevur mett um støðuna hjá SL. Ætlanin byggir eisini á tilmælir, sum leiðslan fyri SL fleiri ferðir hevur víst á. Eftir hondini eru tað bara Javnaðarflokkurin og Starvsflagið sum vilja, at onki skal henda við SL. Christian Andreasen formaður fyri Fólkaflokkin Fólkaflokkurin ![]() Var inni á heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya, www.vedrid.fo og ætlaði at hyggja, hvussu veðrið verður teir næstu 5. dagarnar í Føroyum, men har sær man bara dagin í dag og hví vera veðurforsagnirnar ikki lagdar út leypandi? Annars ljóðaði tað sera gott út, at veðurtíðindini fóru at blíva nógv betri og meira neyv frá 1. desember 2021 og nú skriva vit 15. juli 2022, sjá tíðindaskriv herundir. Møguliga verður tað betur, nú trý fólk afturat eru sett í starv á Veðurstovuni í Tórshavn sjálvandi, men heimasíðan www.vedrid.fo sær alt annað enn gott út og trongir sanniliga til eina uppdatering. Líkist nógv hvussu tað gongur fyri seg í Føroyum, tá ið vit yvirtaka nakað, har vit proppa fólk inn í ein stovn og so blíva vit við at seta fólk í starv og tænastan blívur bara verri og verri. Fái nú skil á Veðurstovuni, tit hava havt ríkiliga góða tíð til at gera tað og starvsfólk mangla tit ikki. SáH Her tíðindaskriv tann 01.11.2021 frá Veðurstovu Føroya: Nú koma fyrstu veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya Í dag, mánadagin 1. november 2021, koma 5-daga veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya og ikki frá DMI. Sambært sáttmála við DMI yvirtekur Veðurstovan 5-daga forsagnirnar gerandisdagar fyri Føroyar, meðan DMI ger 5-daga forsagnir um vikuskiftið og eisini halgidagar. Fyribils ger DMI eisini allar stutttíðar forsagnir, fyri fyrsta døgnið. Frá 1. desember í ár er ætlanin, at Veðurstova Føroya fær ábyrgd av stutttíðar forsagnum (+24 tímar) fyri land og havleiðir og eftirlit av ávaringum, gerandisdagar millum 8 og 17. DMI hevur sum higartil ábyrgdina um kvøldið og náttina, og alt døgnið um vikuskiftið og halgidagar. Verkætlan Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um, at Veðurstovan fer at gera størri broytingar í vaktarskipan fyribils, men uppá sikt er ætlanin at fáa eina vaktarskipan allar dagar og fleiri tímar um døgnið. Um kvøldið og náttina verður tó ivaleyst samstarv við DMI ella annan veitara, so vaktarskipanin ikki verður ov dýr. Tað eru verkætlanir viðvíkjandi gransking og menningararbeiði umframt altjóða og millumtjóða samstarvi, t.d. Meting av mátingarskipan – staðsetingar, veðurmátingar frá alduboyum, veðurradar Góðskuskipan fyri veðurmátingar Betri samskipan av føroyskum veðurmátingum Veðurmodelldata frá DMI og ECMWF Føroyskt veðurmodell, downscaling Verifikatiónssystem ella sannprógvakervi fyri veðurforsagnir Verifikatiónssystem ella sannprógvakervi veðurmodellprognosur Betri miðling til KVF v.fl. Skráseting av veðurfyribrigdum og vitan hjá veðurkønum kring landið. Veðurlagskanningar Heimasíða er í gerð Tað er nógv annað, sum kundi verið átrokandi/gott at kanna ella byrja at arbeiða við, t.d. “veðurlagsbroytingar”, men í fyrsta umfari verður tað vanliga veðrið raðfest hægri. Tað eru fleiri felagsskapir, sum kundu verið viðkomandi at gerast limir í t.d. WMO, ECMWF og EUMETSAT. Men tað er sera kostnaðarmikið og heldur ikki heilt lætt. Her verður tí í fyrstu atløgu bert hugsað um hjá-limaskap í WMO. Mett verður, at tað í minsta lagi tekur eitt ár at fáa limaskap í WMO. Setan av fólki Veðurstovan er deild undir Vørn, so stjórin á Vørn er stjóri fyri Veðurstovuna meðan veðurmenningarbólkurin hevur virkað sum deildarleiðari. Á veðurstovuni eru í løtuni tveir veðurfrøðingar og verkætlanarsett kt-fólk. Harumframt eru tøkningar, skrivstovufólk v.fl., sum eru sett av Vørn ella MRCC, men í vissan mun arbeiða fyri Veðurstovuna. Nú verður deildarleiðari vónandi skjótt settur og seinni í ár ella fyrst í komandi ári verður væntandi setan av nøkrum fólki afturat |
Greinar
February 2025
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til [email protected] ella [email protected] |