Løgmansskrivstovan
Móttøka hevur verið í Tinganesi í dag kl. 13.30, har løgmaður hevur sett Una Rasmussen, Norðragøta, sum nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum fyri Fólkaflokkin. Uni Rasmussen verður somuleiðis varaløgmaður.
Løgmansskrivstovan Som kvinde vil jeg til hver en tid foretrække at opnå valg til en bestyrelsespost på grund af mine evner og meritter frem for at blive valgt på baggrund af mit køn. Som mor til tre drenge finder jeg det dybt urimeligt, at drenge og mænd kan være nok så flittige, dygtige og kompetente, men alligevel risikerer at blive fravalgt til en bestyrelsespost alene på grund af deres køn. Og som tidligere selvstændig erhvervsdrivende finder jeg det helt uacceptabelt, at inkompetente politikere skal blande sig i, hvilke mennesker man i det private ansætter eller vælger til at lede ens virksomhed. Derfor nærer jeg en dyb modstand mod Trine Bramsens vanvittige krav om minimum 40% kvinder i danske virksomheders bestyrelser. Inkompetente politikere skal holde nalderne langt væk fra ledelsen af danske virksomheder. Og diskrimination på baggrund af køn er noget bras. Hvorfor er det i øvrigt altid betyrelsesposter, der er på tale, når de røde og nyfeministerne vil indføre kvoter? Hvad med kønsfordelingen i renovationsbranchen, blandt kloakmestre eller jord- og betonarbejdere? Det er sjovt nok aldrig de fysisk hårde tjanser, nyfeministerne ønsker at tage større del i. Her anerkender man måske, at der er forskel på kønnene? Det tænker jeg. For det er nemlig ikke særligt kontroversielt at sige, at kvinders underrepræsentation blandt landets kloakarbejdere formentlig skyldes, at mænd og kvinder er forskellige og derfor også prioriterer forskelligt. Til gengæld er det politisk særdeles ukorrekt at fremføre synspunktet, at det jo tilsvarende kunne have noget med kønnenes forskellighed at gøre, at kvinder i højere grad vælger mere sikre jobs eksempelvis i det offentlige frem for at springe ud som iværksættere eller stile efter de for nyfeministerne eftertragtede lederstillinger og bestyrelsesposter i det private, som typisk kræver mere risikovillighed. Og nej, jeg siger ikke, at der INGEN kvindelige kloakarbejdere er, eller at ALLE kvinder er mindre risikovillige end mænd. Der er masser af undtagelser; kompetente, stærke og risikovillige kvinder, som slår deres mandlige kolleger med længder. Men de gør det på grund af deres flid, evner og meritter – ikke fordi de har fået pladsen af Trine Bramsen. Pernille Vermund Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í dag biðið løgmann um at verða loystur úr starvi sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 1. Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin úr starvi. Sambært fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 2 frá 6. januar 2022 § 44 stk. 3, røkir løgmaður fyribils fíggjarmál. Løgmansskrivstovan Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eftirkannaði 234 uppskot í løgtingsárinum 2020. Tað er tíðarskeiðið frá 29. juli 2020 til 28. juli 2021. Lógartænastan eftirkannaði 93% av uppskotunum innan 5 dagar, og 99% av uppskotunum innan 8 dagar. Eisini í tingárinum 2020 var neyðugt við fleiri Covid-lógum og kunngerðum. 14 løgtingslógir, 14 kunngerðir og 13 bekendtgørelser vórðu sett í gildi, sum høvdu við farsóttina at gera. Lóggávan fevnir um ymisk hjálparátøk og tillagingar orsakað av smittuni. Talan er um lóggávu, sum er sett í gildi eitt avmarkað tíðarskeið. Tí hevur í nøkrum førum verður neyðugt at leingja um gildi á lóggávuni, og í øðrum førum at gera nýggja lóggávu, tá ið ein eldri lóggáva er farin úr gildi. Hetta stendur millum annað at lesa í ársfrágreiðingini um eftirkanning fyri løgtingsárið 2020, sum Lógartænastan gevur út. “Hetta er sjeynda ársfrágreiðingin um eftirkanningar hjá lógartænastuni. Endamálið er at kunna stjórnarráðini um ymiskt viðvíkjandi lógarsmíði, at siga frá okkara royndum, og hvussu eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast,” sigur Nella Festirstein deildarstjóri á Lógartænastuni. Ársfrágreiðingin vísir millum annað á, at ov nógv uppskot hjá landsstýrinum framvegis ikki verða løgd á almenna ummælisportalin. Lógartænastan heitir tí á stjórnarráðini um at minnast til, at øll uppskot hjá stjórnarráðunum eisini skulu leggjast á ummælisportalin, umframt at stjórnarráðini senda uppskot beinleiðis til ummælis hjá øllum viðkomandi pørtum. Sum høvuðsregla eiga uppskot at verða send til ummælis í 4 vikur. Ársfrágreiðingin vísir, at ein triðingur av øllum uppskotunum hava havt tilmæltu ummælistíðina upp á 4 vikur. Hetta er ein framgongd í mun til tingárið 2019, tá ein fjórðingur av uppskotunum høvdu tilmæltu ummælistíðina. Hetta er avgjørt ein bati, men tó ikki nøktandi. Í ársfrágreiðingini sæst eisini, at eins og fyri tingárið 2019 er tað framvegis ein knappur triðingar av øllum uppskotunum, sum ikki hava havt nøktandi ummælisfreist. Orsøkirnar eru ymiskar, men lógartænastan mælir stjórnarráðunum til at leggja seg eftir í minsta lagi at hava eina ummælisfreist uppá 14 dagar. Lógartænastan eftirkannar øll uppskot frá landsfyrisitingini, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið ella kunngjørd. Hetta inniber øll uppskot til løgtingslóg, ríkislógartilmæli, samtyktar, kunngerð, rundskriv, leiðbeining, bekendtgørelse, lovbekendtgørelse og anordningsbekendtgørelse. Ársfrágreiðingin kann lesast her. Løgmansskrivstovan 1. Sendileiðararnir hjá Bretlandi, Evropasamveldinum, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Russlandi møttust í Keypmannahavn frá 7. til 10. februar 2022. Teir samráddust um nýggjar býtissemjur um stovnarnar, landnyrðingsatlantshavsmakrelur, norðhavssild og svartkjaftur. 2. Teir mettu um dagsins framstig at náa nýggjar semjur og móttóku dagføringar av støðuni viðvíkjandi tøkniligum frágreiðingum um landafrøðiligu útbreiðsluna hjá hvørjum stovni. Teir váttaðu mál teirra at semjast í 2022 um langtíðar, altumfevnandi og íroknandi býtissemjur um hvønn stovn. 3. Leggjandi sær í geyma tørvin at fremja framburð í samráðingunum, samdust teir um at halda fram við tingingum um hesar stovnar á trimum fundum í London frá 14. til 16. mars 2022. 4. Teir samdust um, at høvuðsdenturin á teim næstu samráðingarumførunum viðvíkjandi landnyrðingsatlantshavsmakreli verður at kanna nágreiniliga frágreiðingina frá náttúruvísindafólkum luttakaranna um landafrøðiligu útbreiðsluna hjá makrelstovninum. Frágreiðingin er heimilað í “Semjuriti at enda fiskiskapartingingarnar um at umsita landnyrðingsatlantshavsmakrel”, undirritað 27. oktober 2021. Teir samdust eisini um, at høvuðsdenturin á fundum um svartkjaft og norðhavssild verður at gera framstig í tingingunum um ein felags býtissemjumyndil. Fullmannaðar sendinevndir verða bodnar at møta á hvørjum fundi. Colin Faulkner, formaður fyri samráðingunum um landnyrðingsatlantshavsmakrel Herluf Sigvaldsson, formaður fyri samráðingunum um svartkjaft Will Francis, formaður fyri samráðingunum um norðhavssild 10. februar 2022 Fiskimálaráðið Á hvørjum ári verður nýggj nevnd vald í HUXA, sum er ungamannafelagið hjá fólkaflokkinum. Nýggja nevndin varð vald á landsfundi felagsins og skipað á nevndarfundi 7. februar 2022. Á landsfundinum vórðu ársfrágreiðing og roknskapur løgd fram, og varð roknskapurin fyri 2021 góðkendur. 2021 var eitt heldur øðrvísi ár við farsótt, tilmælum og avmarkingum. HUXA megnaði hetta tíðarskeiðið at gera vart við seg á teimum sosialu miðlunum, savna borgarliga ungdómin og virka til, at ungdómurin framvegis hevur eina aktiva rødd á borgarliga vonginum. Erling stóð á odda fyri hesum arbeiði við greiðum málum og ætlaðum. Erling Mørkøre er tí afturvaldur og ætlar at savna borgarliga ungdómin í størri mun enn til bar í 2021. Nevndin vil samstundis takka Beini Johannesen fyri stóra arbeiðið í HUXA og eru vit sera errin av, at ein av okkara situr á løgtingi og arbeiðir fyri borgarligu hugsjónini. Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Erling Mørkøre, Formaður Rói Johannesen, Næstformaður Oddur Norðberg, Kassameistari Eyðstein Zachariasen, Skrivari Teitur Friduson Andreasen, Nevndarlimur Tiltakslimir: Maria Muller Jessica Cazabon Celibashi Tummas Jóhan Í Djónastovu Nevndin fer beinleiðis til verka og ætlar áhaldandi at upplýsa og savna einari borgarligari ungdómin, til frama fyri eina borgarliga framtíð í Føroyum. Huxa Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, hevur í dag verið á fundi við Kommunufelagið. Við á fundinum vóru Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum og Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Kommunufelagnum. Partarnir nýttu høvið til at umrøða eftirmetingina av eldraøkinum og hvussu farast skal fram fyri at fremja nøkur av tilmælunum frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt eftirmetingina. Semja var m.a. um at hyggjast skal upp á ansingarsamsýningina og gjøldini fyri búpláss, umlætting og heimatænastu. Partarnir eru samdir um at fara undir hetta arbeiðið beinanvegin. Almannamálaráðið Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum hevur í dag havt fund við umboð fyri stýrið og stjórn í Bústaðum. Á fundinum varð m.a. umrøtt, hvussu tær 200 mió. kr., ið eru settar av til íbúðarverkætlanir til serliga málbólkar, skulu brúkast. Ætlanin er, at Bústaðir m.a. skal brúka av teimum 200 mió. kr. til at byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi, og landsstýrismaðurin ynskir at meira ferð nú kemur á hesar ætlanir. Hetta var samstundis fyrsti fundur, har nýtilnevndi stýrislimurin Hans Jákup Drangastein Johansen var við. Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt Hans Jákup í stýrið fyri Tom Silvurdal, sum herfyri valdi at siga stýrissessin frá sær. Hans Jákup Drangastein Johansen, sum býr á Eiði, hevur útbúgving innan búskaparfrøði og leiðslu og hann hevur drúgvar royndir úr fíggjar- og byggivinnuni. Árini 2009-2021 sat hann í Eiðis bygdaráð, øll árini sum varaborgarstjóri. Hans Jákup starvast nú sum fíggjarstjóri hjá NEMA. Almannamálaráðið Tað er heilt burturvið at blandað Norðoya Tunnlinum við hækkandi avgjøldum, tað hevur onki við hvørt annað at gera. Hví skulu hesi bæði mál blandast saman, tunnilin er útgoldin og tí skal tað vera ókeypist at koyra gjøgnum hann, viðlíkahald av tunlinum skal sjálvandi uppí landsvegakervið. Kringvarp Føroyar og nakrir politikkarar royna av øllum alvi, at billa fólki inni, hvussu bíðligt tað er at koyra ígjøgnum Norðoya Tunnilin og hvussu dýrt tað er at fara til suðuroyar, men tað hevur onki við hvørt annað at gera, tað skal slett ikki blandast saman. Ongir tosar um hvat tað kostaði at koyra ígjøgnum tunnilin í 2006, men eg kann upplýsa tykkum, at tá kostaði tað 170,00 kr við akførum niðanfyri 3.500 kg. u/hald í 2006 og í 2022 100,00 kr., so gjaldið er lækkað 41 prosent fyri bilar uttan gjald í hesi 16 árini. Vit hava goldið fyri tunnilin, tað ljóðar sera gott, at vit bara gjalda 20,00 kr. fyri at koyra ígjøgnum tunnilin og hetta hevur Kringvarp Føroya og onkrir politikkara misbrúkt fyri at siga hvussu smáligur Norðoyingar eru og brúkt orðið samhaldfesti um okkum norðoyingar, at vit ikki eru samhaldfastir, men hvar var Føroyar, tá ið Norðoya Tunnilin opnaði í 29 apríl 2006, vóru teir samhaldsfastir tá? Eisini brúka teir at seta norðoyingar og suðuroyingar í móti hvørjum ørðum, hví skal tað vera ókeypist hjá norðoyingum at koyra ígjøgnum Norðoya Tunnilin og ikki ókeypist at fara við Smyril, men tað hevur onki við hvørt annað at gera. Hví blanda tey ikki Kollfjarðartunnilin saman við Norðoya Tunnilin? hví skal tað vera ókeypist at koyra ígjøgnum Kollfjarðartunnilin, skal hann ikki viðlíkahaldast eisini? Í Íslandi hildu teir eisini orð, har tað bleiv ókeypist at koyra ígjøgnum Hvalfjørður tunnilin frá 28. september 2018 og tá bleiv tunnilin handaður landinum og gjaldstøðin bleiv tikin niður og umsitingin send til hús. Tað skulu vit eisini gera í Føroyum. Eisini tá ið Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru útgoldnir, so skal tað eisini vera ókeypist at koyra ígjøgnum teir og so skulu teir eisini uppí landsvegakervið. Vit øll betala betala 100tals milliónir í avgjøldum fyri at hava bil og hvar enda allar teir milliónirnar?, vera tær brúktar til at viðlíka alt landsvegakervið ella endar tað í stóra pott í Tórshavn?. Vera tær brúktar til tað tær eiga at vera brúktar til, so verður tað ongin trupuleiki at viðlíkahalda Norðoyatunnilin í framtíðini. Ein kanning eigur at vera sett í verk, um allar milliónirnar sum Føroya fólk betalur í avgjøldum um árið at hava bil, vera tær brúktar til rættað endamál ella fara tær í stóra pott og til umsiting? eg rokni við at vit vera kløkk, hvar allir okkara pengar vit betala fyri at hava ein bil fara til? Símun á Høvdanum Her grein, har Hvalfjørður í Íslandi gjørdist ókeypist at koyra ígjøgnum, klikk link herundir ella klikk á myndina: https://www.visir.is/g/20181951034d?fbclid=IwAR2AxIjln4117_ifgZUSLZsUAQbmycu8tGDHmxPGMmFt7gZAnxGtR2hZC0E Hvalfjörður-tunnelen blev åbnet i 1998 og derfor tyve år siden den blev åbnet. Gísli siger, at han er glad for at kunne returnere tunnelen på dette tidspunkt.
“For at være ærlig er det bare en lettelse. Det er godt. det har været længe undervejs. Man sagde, at tyve år var lang tid, men nu er det gået. Utroligt men sandt. Vi er ikke længere nødvendige.” |
Greinar
August 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til [email protected] ella [email protected] |