Fyrr í vikuni skrivaði eg grein har eg metti, at eg var ársins ljósasløkkjari. Men greinin elvdi eisini til skammlop í ávísum støðum. Serliga á Fjesbókini gjørdi hetta seg galdandi. Nógvir kendir menn lupu á sjógv. Ja teir vassaðu sera langt út. Teir fingu reiðiliga upp í stivlarnar. Sjálvt um onkur av teimum hevur hoyrt um klovstivlar, so høvdu teir heldur ikki hjálpt.
Tað tykist undarligt, at hesir sokallaðu frøðingar, sum enntá ganga fyri at hava eina fagliga meining, nú leypa á bláman og avdúka seg sum einfaldar taskuberarar fyri ávís sjónarmið. Hesir somu, sum hava ákært reiðarar fyri einans at hugsa um sjálvan seg og samstundis latið okkum onnur trúgva, at teir hava eina fagliga meining, til gangs fyri okkum øll.
Uppaftur verri er, at hesir somu menn eru teir einastu, sum hava atgongd til KVF. Havandi í huga, at hugsanin í KVF tykist verða tann sama, sum tað hesir sjálvútnevndu sakligu frøðingar hava boða í nógv ár, er nærliggjandi at hugsa, at talan er um dulda dagsskrá. Í øllum førum er tað ikki plausibult at siga at hetta er tilvildarligt.
Somuleiðis er greitt, at seinastu dagarnar eru stóru kanónirnar brúktar. Tað sum kann krúpa og stuðla uppundir verður drigið fram á torg.
Men tað undrar, at ongin roynd verður gjørd at finna feilir í roknistykkinum! Tað undrar almikið. Hvat er endamálið við at tosa um onkra aðra detalju? Hvat er endamálið við at citera eitt svar, tá ein ikki vil vísa spurning og svar? Er endamálið at krógva tað teir vita, men ikki ynskja at vit skuldu vita?
Vit hava nú í fleiri ár lagt merki til taktikkin. Uttanumtos og persónlig útspilling, tá onnur argument mangla. Teori tikin úr bókum verður citera, samstundis sum nokta verður at samansjóva teori og veruleika. Búskaparfrøði verður førd fram sum exact vísindi. Tað verður latið sum um allir búskaparfrøðingar hava eina og somu meining.
Men alt hetta letur seg bara gera við hjálp frá KVF. Við vilja ella ikki. Úrslitið er tað sama.
Tá teir nú hava brúkt 4 dagar at spotta og flenna, so skal eg rokna fyri teir og vísa hvar tølini koma frá og avdúka at teir ikki argumentera sakliga, men í staðin manipulera. At teir ikki duga at lesa tøl er óhugsandi.
Tí er upp á pláss at greiða nærri frá. Øll tøl eru úr øll tøl tikin úr uppriti um búskaparretnu og tilfeingisrentu, sum búskaparráðið gjørdi í 2014. Uppritið sæst á heimasíðuni hjá Búskaparráðnum.
Heit luft heimaflotin 341 (a)
Tilfeingisrenta av hýrum 396 (b)
Tilfeingisrenta reiðarar 76 (c)
Tilfeingisgjald goldið 70 (d)
Sambært Búskaparráðnum 883 (e)
Bara reyp 117 (f)
Búskaparfrøðiligt reyp 1.000 (g)
a) Á síðu 30-38 verður heimaflotin umrøddur. Á síðu 36 sæst talið 341. Og tað sæst eisini, at útrokningar v.m. ikki geva meining. Tí er hetta talið reinur heilaspuni og stendur ongi akademisk mát.
b) Á síðu 16,18,20,22 og 24 er tilfeingisgjald gjørt upp pr. skipabólk deilt millum hýrur og avlop reiðarans. Har sæst at lønir á 396 mió. eru tilfeingisgjald.
c) Sama sum undir b. Har sæst at avlop reiðarans, sum er tilfeingisgjald er 76 mió.
d) Talva 8, síða 27 Tilfeingisgjald í 2012 á 70 var goldið landskassanum.
e) Samanteljing av a til d
f) Munur millum samanteljing hjá búskaparráðnum og tað búskaparfrøðingar hava ført fram
g) Samanteljing av e+f. Milliardina hevur Flóvin nevnt á Facebook og Jóannes og Hermann hava ofta tosa um stór tøl og milliard, tó at teir nevna fleiri ymisk tøl. Herman fyrihelt seg til eina frágreiðing segði hann í KVF.
Vit síggja, at man skal minst verða búskaparfrøðingur fyri at rokna so skeivt og kreativt.
Síðan rokna við hinvegin, fyri at finna tað talið, sum landskassin kann fáa.
Búskaparfrøðiligt reyp 1.000 (g)
Bara reyp 117 (f)
Sambært búskaparráðnum 883 (g)
Heit luft heimaflotin 341 (a)
Goldin skattur av hýrum 141 (h)
Partafelagsskattur 33 (i)
Tilfeingisgjald goldið 70 (j)
Úrslit higartil 298 (k)
Av hesum manning góðskriva 255 (l)
Eftir til reiðara at gjalda 43 (m)
h) Á síðu 28 ovast stendur at av tilfeingisgjaldinum á hýrum er skattur á 141 mió. goldin
i) Á síðu 28 ovast stendur, at reiðarí hava goldið 33 mió. Í pf skatti
j) Á síðu 28 og í talvu 8 á síðu 27 stendur at 70 mio. eru goldnar í tilfeingisgjaldi.
k) Samanteljing av tølum
l) Tað framgongur av uppboðssølum og teimum uppskotum sum hava sæð dagsins ljós, at ætlanin er at manningar skulu ikki gjalda tilfeingisgjald. Tilfeingisgjald sum manningar skuldu gjalda var 396 milliónir. Skattur av hesum sambært (h) er 141 mió. Tí er manningin netto góðskriva fyri 255 milliónir
m) Tilsamans skuldu reiðarar gjalda 76 mió. í tilfeingisgjaldi. Teir hava goldið 33 mió. og tí mangla teir sambært útrokning hjá búskaparráðnum at gjalda 43 milliónir.
Tað er sera harmiligt at ráðgevi hjá Løgmanni og Lærarin í Búskapi á Setrinum skulu tileinkisgera slíka útrokning. Sum sæst her, so eru øll tøl tikin úr uppriti um búskaparretnu og tilfeingisrentu, sum búskaparráðið gjørdi í 2014. Alt almenn tøl, sum tað er púra óhugsandi at menn ikki hava lisið.
Onki tal, ikki eitt einasta tal, havi eg rokna ella mett sjálvur.
Tað er rættuliga alvorligt, at ódokumenteraða ráðgeving løgmans er ca. 950 mió. ov høg. Ráðgevingin skal lækka 95% fyri at verða røtt. Tað sum er goldið, er 244 milliónir. Umframt kunnu vit siga at tær 43 milliónirnar skulu við. Tí er tilfeingisrentan fyri 2012 287 milliónir. Framvegis skal ráðgevingin lækka. Um vit pynta tølini við hesum, so er ráðgevingin bara 70% skeiv.
Ongin hjálp er at heinta frá Búskaparprofessaranum á Setrinum. Eisini hann brúkar ódokumentera tøl. So skilið er ringt. Út av lagið vánaligt. Og public service alarmurin tykist royna, eftir besta førimuni, at ganga á tá, soleiðis at vit framhaldandi sova okkara Tornerosu-svøvn.
Og soleiðis hava Høgni og Aksel frítt slag at manipulera fjøldina, sum framvegis trýr at fiskivinnunýskipan viðførur skattalætta á 2 x flatskattin. Og tað ringasta er sjálvandi at teir trúgva sær sjálvum, tí at teir, sum eiga at veita teimum sakliga ráðgeving, ikki røkja sína uppgávu á fullgóðan hátt.
Eivind Jacobsen
Strendur
P.S. Veiðan av makreli er 1,2 mió. tons. Miðal ár er 716.000. Somuleiðis var veiðan í 2006, sum er vánaligasta árið sambært hagtølunum einans 454.000 tons. Tí er tilfeingisgjaldið hægri nú. Hýruprosent liggur um 30 og skattaprosent um 50. Prísur á makreli er 6 krónur. Vit halda okkum eiga 12% av totalinum. Skipini klára at gjalda rakstarútreiðslur eitt miðal ár. Hvussu nógv minni fær landskassin eitt miðal ár og hvussu nógv minni fær landskassin tað ringasta árið? Kanska tit duga at rokna tað? Hóast hesar upplýsingar er úrslitið rættuliga variabult og tá brúka vit fastan søluprís.