Kommunuskattaprocentið er ríkiliga høgt !
Skattaprosentið hjá Klaksvíkar kommunu er ivaleysa nóg høgt sum er. Tað er 21,50 prosent. Verður tað sum samgongan í býráðnum ynskir, so verður tað hækkað upp til 22,00 prosent longu á nýggjárinum. Tað er longu um ca. 6 vikur.
Samgongan førir fram, at tað er í góðum tíðum, at skattaprosentið skal hækkast. Heilt erligt, er tað ikki gingið upp fyri samgongulimum, at vit í Klaksvíkar kommunu hava ivaleysa nóg høgt skattaprosent sum er ? 21,50 % halda tit veruliga ikki, at hetta er nóg nógv fyri vanliga arbeiðsmannin at gjalda. Hví hækka eitt skattaprosent sum frammanundan er ivaleysa høgt ?? í so máta livir kommunan longu fult upp til at hava høgt skattaprosent í góðum tíðum.
Til dømis er skattaprosentið í Fugloyar kommunu 16 %, Hvannasunds kommunu 20,5 %, Kunoyar kommunu 19,5 %, Húsa kommunu 18 %, Eysturkommuna 21 %, Nes kommuna 20,5 % og Tórshavnar kommuna 20,25 %. Onkrar av hesum kommunum kunnu vit saktans javnmeta okkum við. Hetta vísir, at Klaksvíkar Kommuna er ikki kappingarfør, tá tað kemur til kommunuskatt.
Hægri enn miðalskattaprocentið fyri landið
Kann nevna, at miðal skattaprocentið fyri alt landið 2014 er 21,14, so hækkaða skattaprocenti hjá Klaksvíkar kommunu uppá 22 % er hægri enn tað. Við 21,5 % liggja vit longu sum er hægri enn miðalskattaprocentið fyri alt landið.
Føra seg fram við "øllum" sum skal gerast.
Veit, at núverandi samgonga førir seg fram uppá "ALT" , sum skal gerast, Skúlin á Ziskatrø, spillivatnsætlanin, gjalda skuld niður o.s.v.
Í so máta er onki nýtt undir sólini síðani fólkaflokkurin sat við ræði saman við sjálvsstýrisflokkinum seinastu setu.
Vit komu framat í sera svárum tíðum fíggjarliga. Ja so ringum tíðum, at vit vóru undir umsiting. Men vit brutu upp um armar og settu ting í gongd fyri at skapa mót hjá okkara borgarum og fyri at skapa arbeiðspláss. Og tað eydnaðist okkum at fáa kommununa uppá beint aftur. Her skulu vit ikki gloyma okkara dugnaligu vinnulívsfólk, sum saman við øðrum góðum fólkum fingu hetta at eydnast.
Seinasta samgonga legði lunnar undir fleiri verkætlanir og førdi tær út í lívið. Tað mest aktuella í løtuni er miðbýarætlanin.
Vit samtyktu at fara undir spillivatnsætlanina, og settu 8 mió av í 2012 til endamálið, UTTAN at hækka skattaprosentið.
Vit samtyktu og settu pening av til at gera bryggjuna við sleipstøðina í Klaksvík, UTTAN at hækka skattaprosentið.
Vit samtyktu og settu pening av til at gera Smæruna og Ven og Virka, UTTAN at hækka skattaprosentið.
Vit samtyktu og settu pening av til at umvæla og innrætta gamla Tekniska skúlan í Klaksvík til frítíðarskúlan Snjallabjallla. Hetta bleiv eisini gjørt UTTAN at hækka skattaprosentið.
Eitt tað allarfyrsta vit avgjørdu, tá vit komu til var, at Ósáskúlin skuldi gerast liðugur. Hetta hóast tíðirnar fíggjarliga vóru ringar. Men vit hækkaðu IKKI skattaprosentið.
Systkinafrádrátturin blev hækkaður við 20 %, men vit hækkaðu IKKI skattaprosentið.
Sálarfrøðingur til socialu deild bleiv settur, og vit hækkaðu IKKI skattaprosentið .
Nýggjur græslíkisvøllur við umfatandi umvælingum, men hækkaðu IKKI skattaprosentið.
Nýbygging av skúlanum á Ziskastrø, var eisini samtykt av undanfarnu samgonguni. Tað vilja vit framvegis, og tað skal ikki rørast. Her ætlaðu vit sjálvsagt heldur IKKI at hækka skattaprocentið.
Vit rindaðu so at siga somu avdráttir
Og tá tað kemur til at gjalda skuld niður, er heldur ikki tann stóri munurin. Hetta hóast vit í dag hava tað nógv meir rúmsátt fíggjarliga enn tá. Klaksvíkar kommuna fær í dag methøgar inntøkur , sum ongantíð fyrr. Umframt hesar methøgu inntøkurnar fær kommunan inntøkur fyri sølu av føstum ognum.
Vit rindaðu eisini skuld niður. Her er heldur ikki tann heilt stóri munurin. Í 2009 rindaðu vit kr 7,7 mill. Í 2010 5,8 mill., í 2011 8.8 mill. Til samanberingar bleiv goldið í ár kr. 7. mill og er ætlanin fyri 2015 8 mill. Stóri munurin er, at vit valdu IKKI at hækka skattaprosentið.
Kundi nevnt fleiri onnur ting. Men okkara motto var, at vit ikki skuldu hækka skattaprosentið, um vit upp á nakran annan máta kundu klára okkum, og hetta eydnaðist. Tað var hart og krevjandi, men tað eydnaðist við góðum vilja og við at kempa.
Óneyðugt við hægri skattaprocenti.
Vóni at ketan hjá borgarstjóranum kemur uppá aftur í øllum góðum, tá eg kann minna hann á, at skattaprosentiðí løtuni er heili 21,5 prosent. Hetta er ivaleysa høgt hjá borgarum í Klaksvíkar kommunu at gjalda. Í so máta nýtist Klaksvíkar kommuna ikki at føla seg noydda at fara eftir Palliba og Marsannu eftir meir pengum við tí grundgeving, at tað er í góðum tíðum at skattaprocentið skal hækkast. Poengið er, at tað eigur ikki at vera neyðugt at fara út til borgarnar eftir meir pengum, nú vit frammanundan allíkavæl fáa methøgar skattainntøkur.
Kempaði fyri skattalætta, nú fyri skattahækking.
Borgarstjórin var eitt stutt tíðarskeið inni í løgtinginum fyri Kára P. Højggard, sum var farin í landsstýrið. Hesa løtuna atkvøddi hann fyri, at alt føroya fólk skuldi hava skattalætta. Nú løtu seinni hevur borgarstjórin í Klaksvík totalt vent og berjist fyri at hækka skattin hjá borgarum í Klaksvíkar kommunu.
Hendan skattahækkingin hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum við Jógvan Skorheim á odda rakar harðast vanliga arbeiðsfólki. Júst somu fólk sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin siga seg umboða. Tí kommunuskattur er reinur flatskattur.
Veljarin fingið greiða ábending.
Við hesum hava vit fingið eina greiða ábending um, hvat vit kunnu væntað okkum, um somu flokkar sleppa framat aftur eftir komandi løgtingsval. Fólkaflokkurin er einasti flokkur í býráðnum sum er ímóti skattahækking.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
býráðslimur.