Landsstýriskvinnan kunnaði um mál og ætlanir ta komandi tíðina. Tey settu hava øll leiðsluuppgávur, sum eru knýttar at teimum bygnaðarligu broytingunum, sum arbeitt verður við í Mentamálaráðnum í løtuni og koma tey tí at arbeiða tætt saman. Hetta er innan Undivísingarstýrið, Nám, Sernám, Studna og Yrkisdeplin. Hon ynskti leiðslunum til lukku við størvunum og blíðan byr við komandi avbjóðingunum.
Eyðun Gaard, stjóri á Nám, og Margreth Olsen, stjóri á Sernám, tóku við størvunum ávikavist tann 1. november og 1. desember 2017, Randi Frederiksberg, leiðari í Yrkisdeplinum og Jørgen Meitilberg, leiðari á Studna, tóku við ávikavist tann 1. januar og 1. mars 2018. Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, byrjar í nýggja stjórastarvinum tann 1. mai 2018.
JáH (y) 12.04.2018
Kelda: Løgtingið