Hann hevur mangt annað uppá hjarta og til ber, at síggja hvat hann hevur at siga til heila niðanfyri ...
JáH (y) 24.11.2016
Norðoya Portalurin
Donald J. Trump vil hava tað soleiðis, at Amerika skal aftur á heimskorti, skaffa arbeiðið til tey mongu arbeiðsleysu og sjálvandi gera Amerika stórt aftur... Hann hevur mangt annað uppá hjarta og til ber, at síggja hvat hann hevur at siga til heila niðanfyri ... JáH (y) 24.11.2016 Ríkmaðurin og komandi Forsetin úr Amerika, Donald J. Trump skal av við 175 milliónir krónir og her er also talan um tríggjar sakir, sum hansara sakførari nú hava blakað handklæði ringin ... Talan er um Trump Universiteti, har studentar í hópatal skrivaði seg inn í. Men trupuleikin varð bert tann, at Trump Universiteti fór á heysin, áðrenn tað byrjaði og tískil so hava studentarnir saksøkt Trump - sum teir eisini hava vunnið, eftir at Donald J. Trump hevur gingið við til, at gjalda 175 milliónir krónir í endurgjaldi til sakførarar og studentarnir, so at ikki spyrst ein størri gøla enn hvat tað longu er. JáH (y) 19.11.2016 Leiðarin hjá ES, Jean-Claude Juncker hevur alment boða frá, at hann trýr ikki uppá, at komandi Forsetin úr Amerika, Donald J. Trump veit so nógv um Evropa. - Tí muga vit biðja hann koma til fundar við okkum sum skjótast, so at hann fær eitt betri innilit hvussu Evropa fungerar, sigur Juncker við fjølmiðlarnir. JáH (y) 12.11.2016 Sera mong eru uppstillaði til Kommunuvalið 2016 og talan er also um 594 fólk, sum valt hava at stilla upp til hetta Kommunuvalið. Sjá listan HER Sera spennandi er kring Føroya knøtt og vallútan sigst at vera góð og upplivingarnir vera góðar og minni góðar, eftir valið. Eisini er valið í Amerika spennandi, sum heilt sikkurt eisini fer at seta sín dám á føroyska valið. Gott val, øll somul. JáH (y) 08.11.2016 Kommunuval er í dag og Valhøllirnar lata upp í morgun kl. 10.00 um alt landið og veljast kann til kl. 20.00 í kvøld ... Tað sum fólk plaga at gera eitt slíkt valkvøld er at hyggja eftir og rokna út, hvat hvør veljari & flokkur fekk síðst. Valúrsliti frá Kommunuvalinum 2012 kanst tú síggja á heimasíðuni hjá KVF við at trýsta HER og so kanst tú sjálv/ur vita - hvat hvør fekk frá tínari bygd ella býi. Ongin ivi er um, at ymiskar broytingar fara at vera í næstum og tískil so er hetta ein spennandi dagur hjá allerflest føroyingum. Og tað ger tað ikki minni spennandi, at amerikanska valið er samstundis sum okkara. JáH (y) 08.11.2016 Valhølini vóru longu opnaði á miðnátt í trimum sera smáum støðum í New Hampshire og her er also talan um eina valluttøku uppá 100 prosent, veit NTB at siga frá. Talan er um Dixville Notch, har Hillary Clinton hevur vunnið yvir Donald J. Trump. Clinton fekk 4 stemmir og Trump fekk tvær, men tað verður nokk ikki Dixville Notch, sum í ár kemur at avgera ta amerikanska valið, skula vit líka heilsa og siga. JáH (y) 08.11.2016 Líka sum fletting og grindadráp, er skjóting av haru og fugli eisini ein partur av føroysku matmentanini, og tí eiga umstøðurnar til byrsuskjóting at betrast, soleiðis at møguligt verður at skjóta alt árið. Tann lógarásetta tíðin til skjóting er so stutt, at man hvørt ár næstan má læra seg av nýggjum fyri at kunna skjóta haru og fugl. Allíkavæl eiga vit í Klaksvík nógv fólk við talenti og áhuga fyri skjóting, og tí haldi eg, at vit áttu at havt eitt øki í kommununi, har loyvt var at skjóta við byrsu alt árið. Hetta økið kundi til dømis verið úti við endurnýtsluna á Bumshamri, úti í Oyri ella í Borðoyavík, og tað hevði skjúttunum møguleika fyri at vant alt árið og harvið verið betri fyri til eitt nú harutíðina. Eisini ber til at hugsa um byrsuskjóting sum ítrottargrein, sum jú eisini er ein oyggjaleikagrein, har føroyingar saktans kunnu standa seg væl. Verði eg valdur til Klaksvíkar býráð, vil eg tí arbeiða fyri einum stykki, har tað ber til at skjóta við byrsu alt árið uttan at verða meldaður ella at vera til ampa fyri onnur. Kjartan á Gravarbø, valevni á lista D Skitna amerikanska Valstríðið er samstundis, sum vit føroyingar halda Kommuval - og mangt amerikanarar munna vera glaðir fyri, at tað endiliga fær sín enda í dag, tí her er talan um tvey Forsetavalevnir, ið (nærum) ONGIN amerikanari er glaður fyri - skal enda sum Forseti. Tað hevur staðið á nokkso jøvnum, men eftir at Hillary Clinton er blivin reinsað av FBI er hon aftur eitt vet frammanfyri Trump. Donald J. Trump hevur alment sagt, at um hann ikki vinnur Forsetavalið, so er hann ikki vísur í, at hann fer at góðtaka valúrsliti og tað halda mong vera sera langt úti, tí amerikanska valið er ein symbol uppá teirra frælsi at velja hvønn sum helst til Forseta. JáH (y) 08.11.2016 Kommunuvalið í Føroyum er í dag og sera mong fólk eru spent hvat í dag fer at henda. Kemur persónurin inn, sum eg havi valt ella fer hann/hon at fella - munna mong hugsað beint nú. Kring alt Føroya land opnað Valstøðini kl. 10 í morgun til kl. 20.00 - og hava opið til støðgur er í, sum tað stendur ávíst á valkortinum. Men ein kann kanska lata seg spyrja, um tað endiliga skal vera ein týsdag, sum John Oliver eisini spyr um á video'ini niðanfyri: Gott val, øll somul !!! JáH (y) 08.11.2016 |
Greinar
August 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til [email protected] ella [email protected] |