Vit vilja lækka skattin á lág- og miðalinntøkum, bæði lands- og kommunuskattin.
Rodmundur Nielsen
Valevni Fólkafloksins
Norðoya Portalurin
Minnist tú valstríðið í 2011? Tá var tað bert Fólkaflokkurin, sum lovaði skattalætta. Vit gjørdu tað vit lovaðu. Vit vilja lækka skattin á lág- og miðalinntøkum, bæði lands- og kommunuskattin. Rodmundur Nielsen Valevni Fólkafloksins Eitt uppboð av fiskiloyvunum vil flyta peningin frá fyritøkunum, sum í dag gera risastórar íløgur og skapa hundraðtals arbeiðspláss kring landið, og harvið fara hesar fyritøkur, sum eiga lívið í økjunum kring landið at missa íløguorku. Ein sterkur Fólkaflokkur er sterkasta vápnið ímóti hesi sentralisætlan hjá vinstrahallu kreftunum. Tað kann ikki yvirmetast, hvussu stóran týdning tær íløgurnar hava fyri økini kring landið, sum okkara virknu vinnufyritøkur hava gjørt. Hugsa bara, hvussu nógv arbeiðspláss seinastu árini eru skapt í Suðuroy, í Eysturoy og í Norðoyggjum av teimum íløgum, sum fyritøkur hava gjørt har, og tað sama í øðrum landspørtum. Tað verður stórur smeitur fyri økini kring landið, um Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn sleppa at inndraga fiskiloyvini fyri síðan at selja hesi á uppboði, tí tá verður tann peningur, sum í dag verður brúktur til íløgur og arbeiðspláss kring landið, ístaðin kravdur inn í landskassan. Ávirkanin av hesum verður eitt nú: • Størri ótryggleiki í vinnuni • Minni avlop og íløguorka í vinnuni • Færri vinnuíløgur kring landið • Færri arbeiðspláss kring landið • Færri inntøkur til kommunurnar kring landið Ístaðin verður hesin peningur, sum í dag er á vinnuhondum, ið skapa virksemi, útflutning og arbeiðs¬pláss, fluttur í landskassan, har hann verður partur av einum vaksandi almennum rakstri. Samlaða úrslitið av hesum verður ein enn ógvisligari sentralisering av peningi, arbeiðsplássum og øktum almennum rakstri, sum einki útflutningsvirði skapir. Hetta er tað, sum Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn ætla, um hesir flokkara fáa meirlutan á Føroya Løgtingi. • Latið okkum steðga hesum eksperimentinum hjá vinstrahallu kreftunum. • Latið okkum varðveita Føroyar sum eitt land við fjølbroyttum virksemi kring alt landið. • Latið okkum velja ein sterkan Fólkaflokk á løgtingsvalinum týsdagin 1. september. Jákup Mikkelsen Valevni Fólkafloksins Høgur skattur drepur hugin at arbeiða, tí má skatturin longur niður: her hugsi eg serliga um lág- og miðalinntøkur. Flatskatturin hevur hjálpt til at fáa ferð aftur á búskapin. Landskassin fær møguliga yvirskot í ár. Fíggingin av skattalættanum kemur frá 1/3 av vøkstrinum hjá landskassanum og vøkstrinum hjá kommununum. Áðrenn flatskattin minnist eg, at fólk tosaðu um høga skattin á yvirtíðstímum, tað hoyri eg ikki longur. Høgur skattur ger tað dýrari at liva í Føroyum; av hesum verða tað fleiri, ið fara at liva undir fátækramarkinum. Við at lækka skattin á lág- og miðalinntøkunum, fara fleiri fólk uppum fátækramarkið, tí tey hava fleiri pengar eftir. Tað erupengarnir, vit hava eftir aftaná skatt, vit liva av. Tess dýrari tað er at liva í Føroyum, tess dýrari er tað eisini at framleiða, tí er høgur skattur eisini kappingaravleiðandi fyri útflutningsvinnuna. Í mesta lagi 30% skatt á lág- og miðalinntøkum – takk! Munurin - vit meina tað Jens Kristian Rasmussen Valevni Fólkafloksins Vinnulívið í Føroyum blómar og mennist støðugtTann 29.08.2015 var reisigildi aftur á Varðin Pelagic í suðri. Hetta er sætta byggistigið í sólskinssøguni, ið byrjaði á várið 2012. Virkið hevur skapt hópin av arbeiðsplássum og líka nógvar ringvirkningar í nærumhvørvinum og Føroyum sum heild. Lønarútgjaldingarnar á virkinum hava tátta í 50 milliónir um árið. Hvørki Varðin Pelagic á Tvøroyri ella Pelagos í Fuglafirði høvdu verði til uttan megnar politikst arbeiði av sitandi samgongu og fólkaflokkinum við róðri vinnupolitiskt. Fólkaflokkurin hevur gjøgnum harðar samráðingar fingið til vega rávøruna til hesi virkir. Fólkaflokkurin hevur megna at skapt tryggar karmar fyri vinnuna, soleiðis at vinnan altíð veit, hvørjar treytirnar eru og tí hevur kunna gjørt stórar íløgur, bæði í skip og virkir. Nú má kósin haldast, fyri at vinnan kann mennast enn meira. Stórar útbyggingar eru fyri framman í suðuroynni. Útbyggingarnar koma at skapa fleiri arbeiðspláss og støðugari arbeiði enn higartil. Tíverri er vinnan í bíðistøðu sum er, bíða verður eftir hvør kemur í samgongu eftir valið. Fólkaflokkurin hevur megna at skapt vinnuni tryggar karmar seinastu fýra árini. Úrslitið sæst aftur sum ein búskaparvøkstur, ið ikki er sæddur aðrastaðni í vesturheiminum. Andstøðan harafturímóti ynskir at eksperimentera við vinnuni og selja rávøruna og arbeiðsplássini á uppboð til hægstbjóðandi strámann hjá kinverjum og niðurlendingum. Fólkaflokkurin er einasti flokkur, ið kann tryggja tann stabilitet, ið skal til, fyri at vinnan kann mennast og gera neyðugu íløgurnar til meirvirking av rávørutilfanginum. Henda meirvirking vil skapa fleiri hundrað nýggj arbeiðspláss, eisini vitunartung størv. Meirvirking av rávørutilfanginum vil styrkja um búskap okkara og harvið tryggja vælferðarsamfelagið, okkum øllum at frama. Um eg verði valdur á ting, vil eg arbeiða fyri hesum, okkara oyggj og fólkinum her býr at frama. Vel eitt sterkt umboð á ting Set X við Mortan Vang Valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið 2015 Góði veljari. Um stutta stund er hettar valstríð av. Valið stendur ímillum tvær leiðir: Fralhaldandi búskaparliga vøkstur , vælferð og framburð ELLA Vinstrahalla niðurbræðing, merkt av avmakt og ráðaloysi. Hvat ynskir tú ? Valið er einfalt. Valið er títt. Vel rætt týsdagin. Vel Fólkaflokkin. Gott val. Michael Dalbø Valevni Fólkafloksins til Løgtingsvalið 2015 Ung við menningartarni sum hava verið á skúla og lært at verða sjálvbjargin, koma heim aftur til foreldrini at búgva, tí tey fáa ongar vardar íbúðir. Tørvurin á vardum íbúðum er sera stórur í Høvðusstaðar økinum og eisini í Suðurøkinum er mangul uppá sama. Eg fari at virka fyri, at fólk við menningartarni og rørslutarni kunnu fáa íbúðir ið eru nøktandi og ikki ov stórar og eru bíligar at byggja og reka. Tørvurin á íbúðum til einligar forsyrgjarar skal eisini nøktast, hesin bólkurin hevur tørv á bíligum íbúðum. Somuleiðis mangla bíligar íbúðir til okkara eldru borgarar, sum vilja selja teirra egnu hús og vilja sleppa í eina minni bíliga íbúð at búgva. Búðstaðir mangla um alt landið. Tørvurin er stórur og skal eg virka fyri at íbúðinar ikki blíva ov stórar og kostnaðarmiklar. Trúgvi Gudmundarson Valevni Fólkafloksins Eisini her í valstríðnum hoyra vit um, hvussu nógv børn og ung hava sálarligar avbjóðingar og trupulleikar í Føroyum. Seinasta samgonguskeið eru pengar settir av til 1 sálarfrøðing sum skal taka sær av næmingum á miðnámsskúlunum. Í praksis er talan um 2 sálarfrøðingar hálva tíð. Somuleiðis er bíðitíðin til Barna- og ungdómspsykiatriina stórt sæð burtur, tí fleiri pengar vóru játtaðir til økið, umframt at vit hava fingið Fountain húsið. Men - hetta er als ikki nokk. Heilsufrøðingar eiga at vera á skúlunum hvønn dag, fyri at børn og ung, sum hava byrjandi sálarligar avbjóðingar og t.d. sjálvskaðandi atburð fáa hjálp so tíðliga og so skjótt sum møguligt. Tað eru nógv dømir, bæði her og í londunum rundan um okkum, sum visa, at lætta atgongdin til heilsufrøðingin á skúlanum, varð avgerandi fyri, at barnið ella tann ungi fekk røttu hjálpina skjótast gjørligt. Tí tað er prógva, at fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænasta við heilsufrøðingum ger mun! Tað er staðfest í nógvum ymiskum kanningum og hevur eisini havt tær avleiðingar, at í t.d. Onglandi er raðfest, at seta dupult so nógvar heilsufrøðingar í starv sambært NHO. At hava tað ringt sálarliga hevur sera stóra ávirkan á lívsgóðskuna hjá tí einkulta barninum. Um tey ungu og børnini ikki fáa hjálp skjótast gjørligt, hevur hetta stóra ávirkan á menningina, trivnaðin og ikki minst innlæringina hjá tí einkulta. Tí er týdningarmikið, at fyrsta stigið til professionellu hjálpina er so nær at barninum og tí unga í gerandisdegnum. Sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur vil eg arbeiða fyri, at fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastan til hesi børn og ung verður raðfest. Tí sálarheilsan er sera týdningarmikil fyri øll. Setið X við onkran sum hevur innlit í hetta økið. Veljið Fólkaflokkin - Tí vit meina tað sum vit siga! Ingvør Justinussen Valevni Fólkafloksins |
Greinar
December 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til [email protected] ella [email protected] |