
Sum øllum kunnugt fekk Klaksvíkar Sjúkrahús eina stórfingna føðingardagsgávu á 125 ára føðingardegnum. Gávan var ein framkomin Tesla MR-skannari. Tað vóru umboð fyri gávugevarar, sum í apríl í ár (2023) vendu sær til stjóran á KS, við ynski um at lata sjúkrahúsinum eina peningagávu á 13 mió. kr. Hesin peningur skuldi nýtast til keyp av framkomna skannaranum.
26. maj boðaði landsstýriskvinnan frá, at hon ynskti at taka ímóti gávuni og takkaði gávugevarunum. Hon segði m.a., at gávan í stóran mun kundi verða við til at hækka góðskuna á kanningum. Skannarin fór eisini at gera tað møguligt at fremja nógvar kanningar í Føroyum, sum annars høvdu verið gjørdar uttanlands.
Síðani hevur tíverri ikki verið nógv at hoyrt um, hvussu tað gongur við at fáa Tesla MR-skannaran til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta seinføri er ikki nøktandi, tá vit vita, at tað tekur 14 vikur frá tí, at skannarin verður bílagdur, til hann er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Síðan tekur tað 7 vikur at seta skannaran upp.
Frá gevarunum er alt klárt, peningur og annað er alt komið uppá pláss. Men enn hoyrist onki um, at skannarin er ávegis. Tí hevði verið gott at fingið at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu tað gongur við at fáa stórfingnu gávuna til veruleika, so gávan kann koma teim sjúku til nyttu.
Ikki hugaligt hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, gevarum og teimum, sum hava brúk fyri skannaranum at bíða og bíða í mánaðir. Okkara sjúku hava tørv á skjótari hjálp og gávugevarar og Klaksvíkar Sjúkrahús hava uppiborið ta virðing, at okkurt ítøkiligt hendir nú.
Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, setti landsstýrikvinnuni omanfyrinevndu spurningar:
1. Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur játtað, at hon vil taka ímóti stórfingnu føðingardagsgávuni, Tesla MR-skannaranum, til Klaksvíkar Sjúkrahús á 125 ára føðingardegnum hjá sjúkrahúsinum. Hvar liggur málið í løtuni?
2. Hvat er gjørt, síðani landsstýriskvinnan játtaði at taka ímóti gávuni?
3. Nær kunnu vit rokna við, at fyrsti sjúklingurin verður skannaður í nýggja komandi Tesla skannaranum í Klaksvík?
4. Verður Tesla MR-skannarin bestiltur í ár 2023?
Á Løgtingi, 30. august 2023
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur