Demensklinikkin hevur í fyrstu syftu gjørt avtalu við sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum starvast í økispsykiatriini í Suðuroynni, um at taka sær av landsdemenssamskipanini í Suðuroy. Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara at virka sum landsdemenssamskiparar ein dag um vikuna hvør.
Fyri nøkrum árum síðani, varð settur ein landsdemenssamskipari í Suðuroy. Hetta steðgaði eftir stuttari tíð, tí tað vísti seg at vera trupult hjá einum fólki einsamalt at røkja uppgávuna. Tí hevur verið neyðugt at skipa hetta tilboðið á annan hátt í Suðuroy.
Tað er Demensklinikkin á Landssjúkrahúsinum, sum útgreinar sjúklingar fyri demens og setur landsdemenssamskiparar í starv. Hesir tryggja at fólk, sum hava fingið staðfest demens, beinanvegin koma í samband við tær fyriskipanir, sum eru í nærumhvørvinum hjá tí sjúkurakta. Samskiparin virkar sum kontaktpersónur hjá tí demensrakta og stuðlar í sambandi við kanningum, heilivági, undirvísing o.ø.
Royndirnar hjá Sjúkrahúsverkinum hava víst, at tørvur er á tøttum samstarvi og samskifti millum Demensklinikkina, landsdemenssamskiparnar og lokalu samstarvsøkini - eldrasamstørvini og Almannaverkið. Í Suðuroy verður eitt nú skipað fyri, at starvsfólk úr Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum eru í Suðuroy hálva hvørt ár. Ístaðin fyri at ein og ein sjúklingur skal til Havnar, so flytur Demensklinikkin til Suðuroynna í umleið tveir dagar.
Hesar báðar dagarnar í Suðuroynni verða sjúklingar útgreinaðir, og kanningar verða gjørdar av sjúklingum, sum eru í viðgerð. Harumframt verður skipað fyri, at bæði heilsustarvsfólk og avvarðandi fáa vegleiðing og undirvísing.
Tænastan við landssdemenssamskiparum skal røkka borgarum um alt landið. Eg eri sera fegin um at landsdemenssamskiparar aftur eru settir í Suðuroynni.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Tá ið tunnilin til Sandoynna seinni í árinum verður tikin í nýtslu, verður ein loysn eftir ætlan eisini klár fyri Sandoynna.
Heilsumálaráðið