Nevndin í felagnum sendi tí 11. mai læknunum spurnablað um galdandi fosturtøkulóg í Føroyum. Vit sendu íalt 242 teldupostar, men vit høvdu ikki teldupostadressu hjá 11 limum, sum tískil ikki fingu høvi at siga sína áskoðan. Vit sendu eina áminning 22. ai og lokaðu kanningina 1. juni. Tað var bert møguligt at velja ein av svarmøguleikunum. Í alt 119 svaraðu og svarini vóru býtt soleiðis - talið av svarum og procentparturin av teimum, ið svaraðu í ( ):
(3 ella 2.5%)
Eingin broyting. Galdandi lóg um fosturtøku eigur ikki at verða broytt.
(106 ella 89.1%)
Kvinnan skal taka avgerðina. Galdandi lóg eigur at verða broytt, so tað er upp til kvinnuna at avgera um hon vil enda graviditetin innan ávíst tíðarmark.
(5 ella 4.2%)
Revsing eigur at vera tikin úr lógini. Galdandi lóg eigur at taka burtur ásetingarnar í lógini um revsing, men annars eigur lógin ikki at vera broytt.
(2 ella 1.7%)
Fosturtøka loyvd í færri førum enn í dag. Galdandi lóg um fosturtøku eigur at verða broytt, so færri umstøður geva atgongd til fosturtøku enn í galdandi lóg. Tær umstøður sum geva atgongd til fosturtøku, kunnu t.d. vera kynslig brotsgerð móti kvinnuni ella at fostrið hevur eitt brek, sum ger at tað sannlíkt ikki kann liva eftir føðing.
(3 ella 2.5%)
Fosturtøka bert loyvd um lívið á mammuni er bráðfeingis hótt. Galdandi lóg um fosturtøku eigur at verða broytt, soleiðis at tað bert er lógligt at fremja fosturtøku um lívið hjá kvinnuni er bráðfeingis hótt.
(0 ella 0.0%)
Ynski ikki at siga mítt sjónarmið. Eg ynski ikki at siga frá mínum sjónarmiði.
Tað er soleiðis greitt, at stórt fleirtal av læknunum halda, at kvinnan sjálv skal taka avgerðina. Hin vegin eru tað eisini limir sum hava onnur sjónarmið, íroknað at fosturtøka eigur at vera loyvd í færri førum enn í dag.
Læknafelagið heldur at lógin um fosturtøku, sum er danska lógin frá 1956, seinast broytt við løgtingslóg í 2021, eigur at verða endurskoðað.
Tórshavn, 18. juni 2023
Pál Weihe, formaður fyri Læknafelag Føroya