Fidel Castro (nú 89 ár) sjálvur gavst sum forseti í 2008 grunda av heilsu, og har tók so miðbróðurin, Raúl Castro yvir og síðan hevur Kuba - fyri so vítt - havt tveir forsetar í longri tíð.
JáH (y) 24.02.2016
Norðoya Portalurin
Nú er so stóribeiggin hjá Fidel Castro deyður. Ramón Castro bleiv eisini kallaður fyri Mongo og doyði 91 ára gamal. Fidel Castro (nú 89 ár) sjálvur gavst sum forseti í 2008 grunda av heilsu, og har tók so miðbróðurin, Raúl Castro yvir og síðan hevur Kuba - fyri so vítt - havt tveir forsetar í longri tíð. JáH (y) 24.02.2016 Serfrøðingarnir meta, at ríkmaðurin Donald Trump eisini fer at vinna í Nevada og sostatt vinnur hann fyri triðju ferð - um so er. Amerikumenn eru troyttur av politikkinum hjá forsetanum Barack Obama og meta, at Trump verður tann persónurin, sum fer at gera Amerika stórt aftur. Serfrøðingar aðrastaðnis frá - eru tó bangnir fyri politikkinum hjá Trump, sum tykist at vera: Um tað ikki verður gjørt uppá mín máta, so verður tað slett yvirhøvur ikki gjørt ... Basta! JáH (y) 24.02.2016 Fyri einum árið síðani hevði kringvarpið fleiri sendingar um føroysku fiskivinnuna, har ið bæði landsstýrismaðurin, vinnan og fiskimenn blivu mistonkiliggjørdir. Eitt ár seinni koyrir skipanin á sama hátt sum hon gjørdi áðrenn, men nu er annar landsstýrismaður, og tí hevur kringvarpið ongar kritiskar spurningar til førda politikkin. Sera áhugavert, nú einki hoyrist til Kjartan Hoydal, Høgna Hoydal og Kringvarp Føroya. Her filmsklipp, sjá niðanfyri, har Jacob Vestergaard vísir ósannindunum og uppáhaldunum um fiskivinnuna frá KVF aftur. Kelda: Jacob Vestergaard SáH Donald Trump, valevni hjá tí Tjóðveldissinnaða flokkinum í Amerika - hóttir við at saksøkja valevni, Ted Cruz úr sama flokki um Cruz ikki gevst við at baksverta Trump. Donald Trump er ikki bangin fyri at siga mong tossutt ting um hini valevnini - men sigast skal at hann tolir also ikki for nógv av sjálvur. - Um Cruz ikki gevst við at baksverta meg og gjalda fyri negativa lýsingar, so havi eg grundarlag fyri at saksøkja hann fyri ikki at vera føddan í Amerika, skrivar ríkmaðurin Donald Trump úr tí Republikanska flokkinum á Twitter ígjár. Annars so vilja serfrøðingar vera við til, at um Donald Trump endar sum forseti í Amerika, so fer tað at vera eitt satt kaos í heiminum, tí hesin maður simpulten ikki er til at stóla uppá. JáH (y) 13.02.2016 Nógv bendir á, at samgongan veit ikki síni livandi ráð í samband við nýskipan av fiskivinnuni . Nú er samgongan ikki so skrásikkur og hástór og ikki heilt so klók longur. Vit hava næstan onki hoyrt ella sæð til løgmann síðan valið. Kanska Kvf fer at gera eina “horvnir føroyingar” sending um hann. Vinstra samgongan hevur sett eina serfrøðinganevnd at arbeiða við at seta uppboðssølu á stovn. Stóra nevndin hevur bara eitt ella tvey umboð, sum koma frá fiskivinnuni. At bert eitt ella tvey umboð fyri fiskivinnuna er við í serfrøðinganevndini, skal møguliga síggjast í ljósinum av tí, sum tingformaðurin Páll á Reynatúgvu segði, at vinnan ikki mátti blíva ov stór og sterk. Vinnan skal í mestan mun haldast uttanfyri og skal hava sum minst ávirkan. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvar Mærsk hevði verið í dag, um myndugleikarnir høvdu lagt forðingar í vegin í byrjanini hjá Mærsk. Um teir t.d. blivu steðgaðir av einum øvundsjúkum reyðum blokki, tá teir áttu 5 skip ? Kortini hjá serfrøðingunum skulu haldast so tætt at kroppinum, at ongin skal fáa at vita hvat teir arbeiða við. Onki samskifti við almenningin, nevndin vil hava arbeiðsfrið. Hetta er sama samgonga sum áðrenn løgtingsvalið tosaði um opinleika, gjøgnuskygni, innlit og rúmligheit. Vit minnast øll til cip-málið. Núverandi samgonga førdi fram og koyrdi hart á saman við Kvf, at alt skuldi fram og kravdu opinleika. Hesin arbeiðshátturin kundi týtt uppá eitt nýtt cip-mál, men nú eru ongar kritiskar røddir at hoyra. Hvar er rættartrygdin, opinleikin og innliti, sum tey áðrenn valið løgdu so stóran dent á - ella lótu sum um. Hendan samgongan vann valið m.a. uppá uppboðssøluna við at billa fólki inn, at alt fór at blíva meira rættvíst. Eg standi undrandi - hvørja vitan og hvørjar royndir aðrastaðni frá verður uppskotið um uppisølu bygt á? Ein kann eisini undrast á, hví tað eru lutfalsliga so fá fólk frá fiskivinnuni í bólkinum. Nú hevur samgongan skjótt sitið í eitt hálvt ár, og vit bíða framvegis. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur løgtingslimur Donald Trump vann stórt yvir Ted Cruz í New Hampshire og somuleiðis so vann Bernie Sanders eisini stórt ímóti Hilary Clinton. Men kemur tað til undirhald, so er onki at ivast í, at Trump er tann persónurin, sum dugir best at undirhalda: - Vit skula endurreisa herin hjá okkum og herurin skal vera so stórir, at ONGIN torir at fara í kamp við okkum. Vit fara at gera Amerika stórt aftur og so skula vit eisini í holt við at byggja handan veggin - og síðst men ikki minst - vit skula knúsa IS, segði Trump eftir sigrinum í New Hampshire. JáH (y) 10.02.2016 |
Greinar
August 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til [email protected] ella [email protected] |