Og Bernie Sanders fer at vinna yvir Hilary Clinton og Clinton vann sera teppurt yvir Sanders i Iowa. So spenningurin er í hásæti og onki er avgjørt ímillum hesi fýra.
JáH (y) 09.02.2016
Norðoya Portalurin
Val er í dag í New Hampshire og tað sær út til Donald Trump fer at vinna yvir Ted Cruz, sum hann annars tapti yvir í Iowa. Og Bernie Sanders fer at vinna yvir Hilary Clinton og Clinton vann sera teppurt yvir Sanders i Iowa. So spenningurin er í hásæti og onki er avgjørt ímillum hesi fýra. JáH (y) 09.02.2016 Á tingfundi 4. februar 2016 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:
Viðmerking Mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrarmenn verður veittur eftir kunngerð nr. 66 frá 26. mai 2015 við heimild í § 8, stk. 3 í løgtingslóg nr. 132 frá 28. desember 2010 um Trygdargrunn fiskivinnunnar. Eftir hesi kunngerð er mánaðarligi minstiforvinningurin til útróðrarmenn í løtuni 18.000 krónur. Í kunngerðini er ásett, at frítíðarløn ikki verður veitt av minstaforvinninginum. Eisini er ásett, at aðrar inntøkur verða mótroknaðar minstaforvinninginum. Eitt hugsað dømi kann vera, at útróðrarmaður hevur ein mánaðarligan fiskipart upp á 12.000 krónur, og um hann forvinnur aðrar 6.000 krónur fyri arbeiði á landi, so verður mánaðar inntøkan hjá útróðrarmanninum ikki 24.000 krónur, tí hesar 6.000 krónurnar verða mótroknaðar minstaforvinninginum soleiðis, at inntøkan hjá útrórðarmanninum bert verður 18.000 krónur. Hetta eggjar ikki monnum til at arbeiða. Sagt verður, at útróðurin í Føroyum er ein doyggjandi vinna, og at útróðrarmenninir fækkast í stórum. Tað er væl skiljandi, at so er, tá ið tað almenna Føroyar metir, at minstamarkið, útróðrarmaður kann vinna, eru 18.000 krónur, áðrenn skatt. Hevur hann fiskað fyri minni og tjenar nakrar krónur á landi, so verður hesin peningur mótroknaður minstaforvinninginum. Almenna fátækramarkið í Føroyum er fyri støk 9.796 krónur, fyri pør við ongum børnum 14.770 krónur, fyri støk við einum barni 12.800 krónur, støk við tveimum børnum 15.754 krónur, fyri pør við tveimum børnum 20.677 krónur og fyri pør við fýra børnum 26.585 krónur. Hesar upphæddir eru allar netto upphæddir, tað vil siga, at skaturin er goldin. So minstiforvinningurin sum, útróðrarmaðurin skal hava, man liggja tætt við ella um fátækramarkið. So spurningurin er, um ein minstiforvinningur upp á 18.000 krónur eggjar monnum at rógva út. Spurt verður, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at hækka minstaforvinningin hjá útróðrarmonnum. Um ikki, verður spurt, um landsstýrismaðurin ætlar at hækka markið fyri mótrokning í minstaforvinninginum hjá útróðrarmonnum til dømis upp í 22.000 krónur soleiðis, at møgulig onnur inntøka ikki øll verður mótroknað. Hetta hevði eggjað útróðrarmonnum at arbeitt annað arbeiði á landi, tá ið uppiløgur eru. Onkur hevur undrast yvir, hví frítíðarløn ikki verður veitt av minstaforvinninginum. Tí verður eisini spurt, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at broyta kunngerðina soleiðis, at útróðrarmenn eisini fáa frítíðarløn av minstaforvinninginum. Tað hevur stóran áhuga millum útróðrarmenn at fáa upplýsingar um hesi viðurskifti, og skulu vit framhaldandi hava vinnuligan útróður í Føroyum, er neyðugt at tryggja útróðrarmonnum rímiliga inntøku. Tí verða hesir spurningar settir. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Løgtingslimur Á tingfundi 4. februar 2016 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 1. Hvør hevur ábyrgdina av Eirargarði 14 og 16, og hevur avvarðandi myndugleiki verið vitandi um, hvørjum standi húsini vóru í? 2. Hvussu vánalig er støðan, nú hjálparleys fólk verða flutt úr sínum egna heimi, og var fyrireikingin fyrireikað frammanundan? 3. Vóru avvaraðandi at búfólkunum nóg væl kunnað, áðrenn búfólkini vórðu flutt? 4. Eru hølini á Eirargarði 14, hagar tey menningartarnaðu eru flutt, hóskandi til tørvin hjá búfólkunum? 5. Fáa búfólkini, ið høvdu egið kamar, sítt egna kamar, ella eru nú fleiri búfólk um hvørt kamar? 6. Er trygd fyri, at nýggi bygningurin, Eiragarður 14, er í betri standi enn Eirargarður 16? Viðmerkingarnar: Tað er komið fram í fjølmiðlunum, at menningartarnað fólk eru flutt í bráðskundi av Eirargarði 16 til Eirargarð 14, tí blámusoppur er staðfestur í heiminum. Tey flestu búfólkini eru málleys og ikki før fyri at samskifta og svara fyri seg. Sostatt er talan um okkara allarveikastu og viðbreknastu medmenniskju. Nøkur av búfólkunum vórðu tvingað at flyta av landinum og niður til Danmarkar inntil miðskeiðis í 1970-árunum, tí umstøður vóru ikki til teirra í Føroyum. Men tá Eirargarður varð settur á stovn í 1980, broyttist alt. Tá steðgaði fráflytingini av menningartarnaðum. Ístaðin fluttu menningartarnað heimaftur. Og nøkur av teimum, ið fluttu aftur til Føroya, búgva á Eirargarði 16. Hetta er teirra heim. Bygningurin er lagaður eftir teirra tørvi. Tey hava hvør sítt kamar. Skinnarar eru í loftinum, ið eru neyðugir hjá bæði búð- og starvsfólkunum. Tískil má tað metast at vera stak óheppið, tá búfólkini verða flutt í skundi. Serliga, tá tað bendir á, at flytingin ikki varð fyrireikað frammanundan. Eingir skinnarar eru í loftinum, ið lætta um hjá bæði búð- og starvsfólkunum. Tá búfólk verða flutt, skuldi man trúð, at tað átti at verið til eitt betri og meir hóskandi og virðiligt stað. Sambært leiðaranum á stovninum, so var hendan flytingin sum at flyta úr øskuni í eldin. Vinarliga Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Løgtingslimur Donald Trump hevur veruliga havt eina vánaliga viku. Fyrst so tapti hann í Iowa yvir Ted Cruz og ígjár mátti flúgvarin hjá honum neyðlenda í Tennesse. Ja, Donald er somikið í øðini beint nú, at hann heldur at Cruz hevur snýtt og absalutt ikki átti at hava vunnið Iowa. Hinvegin, so "hyggar" Ted Cruz sær og heldur at Trump er við at missa fatningin. Eisini hevur Ted Cruz fortalt fyri fjølmiðlum, at vit ikki kunna hava ein forseti í Amerika, sum fyrr ella seinni endar við at sleppa eina atombumbu yvir Danmark. Næsti staturin sum teir báðir fara at kappast um er: New Hampshire. JáH (y) 04.02.2016 Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur fingið bræv frá danska fíggjarmálaráðharranum, har hann fráboðar, at danska Finansministeriet hevur gjørt eitt mistak viðvíkjandi ríkisveitingini í donsku fíggjarlógini, og at hetta mistak verður rættað. Samgongan hevur sett sær fyri at steðga árligu hækkingini av ríkisveitingini frá 2016 og framyvir. Við hesum verður ríkisveitingin fastfryst, og við búskaparvøkstri minkar henda lutfalsliga í mun til føroyska búskapin. Hetta varð eisini fráboðað donsku stjórnini stutt eftir, at nýggja samgongan og landsstýrið tóku við í september 2015. Danska stjórnin mælti til at steðga prístalshækkingini við at danska Finansministeriet gjørdi og sendi Fólkatinginum broytingaruppskot til danska fíggjarlógaruppskotið fyri 2016. Samsvarandi viðgjørdi og samtykti Løgtingið broytingina við broytingaruppskoti til føroyska fíggjarlógaruppskotið. Samanlagt svarar prístalshækkingin til 600.000 kr. fyri alt árið 2016. Tá i fyrsta mánaðarliga upphæddin varð flutt í januar 2016, varð ríkisveitingin flutt Føroyum uttan prístalshækking. Eftirfylgjandi er danska Finansministeriet vorðið varugt við, at feilur er gjørdur í sambandi við broytingaruppskot teirra til donsku fíggjarlógina. Danski fíggjarmálaráðharrin hevur biðið um umbering fyri mistakið, og fráboðað, at hetta verður rættað seinni í ár, so tryggjað verður, at ríkisveitingin í 2016 verður óbroytt í mun til 2015, so sum avtalað er millum føroyska landsstýrið og donsku stjórnina. “Talan er um eitt harmiligt mistak, men tað mest týdningarmikla er, at avtalan millum føroysku stjórnina og donsku stjórnina stendur við, og at stig verða tikin til at rætta mistakið, so ríkisveitingin fyri árið 2016 verður óbroytt og uttan prístalshækking í mun til árið 2015”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Í vár fara Fíggjarmálaráðið og Finansministeriet eisini at samráðast um ríkisveitingina fyri komandi árini, og verður lógaruppskot væntandi lagt fyri Løgtingið og danska Fólkatingið hesum viðvíkjandi í heyst. Brævið frá danska fíggjarmálaráðharranum kann lesast her JáH (y) 03.02.2016 Kelda: Fíggjarmálaráðið Ted Cruz, sum er uppstillaður í sama flokki sum Donald Trump fór avstað við fyrsta sigrinum í Iowa, har fólkini heldur seta sítt álit á Ted Cruz undan nomineringsvalinum ígjár. Og hetta er nokk ein stórur niðurtúrir fyri ríkmannin Donald Trump, sum hóast alt er frammanfyri Ted Cruz í teim seinastu veljara-kanningunum. Hvør fer at vinna ímillum Hilary Clinton og Bernie Sanders er ikki heilt liðugt enn - tí tað dragar seg um merginalar ímillum tey bæði og tey telja also enn ... JáH (y) 02.02.2016 Tað er nú júst kunngjørt, at Hilary Clinton hevur vunnið yvir Bernie Sanders í statinum Iowa og sigast skal at hon vann sera tepurt yvir Sanders. Hilary fekk 49,9 % av stemmunum og Sanders fekk 49,5 %. Les eisini: Cruz vann á Trump í Iowa Martin O'Malley fekk einans 0,6 % av stemmunum hjá Demokratunum og hevur valt at trekkja seg. JáH (y) 02.02.2016 |
Greinar
April 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com |