At Jónleif Johannesen eisini er glaður um at privatur kapitalur kann skapa arbeiði til nógvar hendur á Sandoynni, gleðist eg yvir.
At Jónleif eisini heldur at politiski myndugleikin (sum hann er sjálvur partur av), ikki skal leggja fótonglar fyri einum flakavirki sum tað í Skopun, ja, tað gleðir meg eisini.
Men sami Jónleif Johannesen var við til at samtykkja eina lóg, sum legði fótonglar fyri ætlaðu útbyggingina av Kósavirkinum í Klaksvík.
Ein stendur undrandi at síggja Jónleif Johannesen skriva um, ikki at leggja fótonglar fyri flakavirki í Skopun og sami maður himpraðist ikki við at leggja fótonglar fyri ætlaðu útbyggingunum á Kósavirkinum.
Vit eiga at skapa tryggar og góða karmar fyri alt okkara vinnulív.
Jákup Mikkelsen, tigmaður Fólkaflokksins