Vit skulu vera góð við og taka okkum av teimum fremmandu og eiga at gera okkum størri ómak at integrera útlendingar, sum eru fluttir til Føroya, m.a. við at hjálpa teimum at læra málið.
Vit skulu minnast til, at tað eru ikki so fáir útlendingar í Føroyum – eisini flóttafólk – og tey eru vorðin góðir samfelagsborgarar og hava ríkað okkara samfelag bæði so og so.
Spurningurin um at taka ímóti flóttafólki er ikki einfaldur og kann skjótt misskiljast, tá ið hann verður settur skarpt upp.
Tað sigur seg kortini sjálvt, at vit hava brúk fyri at tosa um hetta, tí tað kann vera trupult fyri eitt so lítið land sum okkara at taka ímóti nógvum flóttafólki – serliga, um tað eru traumatiserað fólk úr krígsøkjum og fólk við heilt fremmandari mentan, sum hava ilt við – ella ikki vilja integrera seg.
Vit síggja stórar trupulleikar av hesum í nógvum londum í dag, og tað kann verða sera álvarsamt upp á sikt. – Tí hava vit skyldu til at taka evnið upp og viðgera tað álvarsliga.
Men vit eiga at økja um okkara neyðhjálp – og vit eiga at hjálpa, um gjørligt, har hesi neyðars fólk eru – ella hjálpa øðrum at hjálpa teimum. Tá ger hjálpin eisini størstan mun.
Jógvan Á Lakjuni
Valevni til fólkatingsvalið