Fólkaflokkurin er ein demokratiskur og frælslyntur flokkur fyri alt fólkið. Hann kann samstarva við øll og ùtihýsir ongan uppá forhond. Vit eru uml 52000 fólk á hesum klettum og øll eiga at kenna seg væl heima. Vit eiga at kunna samstarva viđ øll. Út við snævurskygni og útihýsing av annarleiðis hugsandi, soleiđis sum javnađarløgmađur Føroya hevur stađiđ á odda fyri nù ì skjótt 4 ár. Tað sum vit siga á ólavsøku og á nýggjárinum um at vera fitt og góđ viđ hvønn annan, tađ gera og siga vit eisini allar hinar dagarnar ì árinum.
Mál, sum liggja frammaliga.
1. Arbeiðssemi skal lønast – ikki revsast. Tað skal løna seg betri at arbeiða hjá øllum, bæði høgum og lágum, ungum og eldri, lærdum og ólærdum. Tað skal løna seg at taka eina útbúgving. Tað byggir land.
2. Føroyska fiskivinnan er grundsúlan undir okkara vælferðarsamfelag, og hon skal í fremstu røð aftur, eftir at vera blivin afturúrsigld undir sitandi sosialistisku samgongu. Lokomotivið í føroyska samfelagnum skal aftur til heiđur og æru á heimshøvunum og skal aftur fáa møguleikan at gera seg galdandi ì alheims høpi.
3. Vælferðarsamfelagið skal mennast og betrast allatíðina. Arbeiđsplássini kring landiđ á sjógvi og landi eru bulurin, grundarlagiđ undir vælferđarsamfelagnum. Peningurin má koma inn, áđrenn hann verđur brùktur. Samfelagskøkan skal gerast størri og fjølbroyttari.
4. Størri dentur skal leggjast á fyribyrgjandi heilsuarbeiði, soleiðis at føroyingar hava bestu fólkaheilsu í heiminum. Hetta gevur betri lívsgóðsku og kann við tíðini spara heilsuverkinum og almannaverkinum nógvar milliónir. Byrjast kann longu l ì barnagørđunum.
5. Vit skulu hava eitt gott og sterkt heilsuverk við virksemi á øllum trimum sjúkrahúsunum. Heilsustarvsfólk skal førleikamennast eftir tørvi, so vit altìđ kunnu kappast viđ grannalond okkara á teim økjum, har vit bjóđa okkum fram. Peningur skal fylgja við til meirvirksemi á Klaksvíkar Sjúkrahús. Ikki sum tað hevur verið í síðstuni, har sjùkrahùsiđ fær álagt nýggjar uppgávur, men peningur hevur ikki fylgt við.
6. Sjúk, sálarveik og óhjálpin skulu rađfestast høgt og skulu altìđ fáa tað hjálp, sum teimum tørvar.
7. Íverksetarar og sjálvstøðug vinnurekandi skulu hava betri kor. Tey eru góð fyri samfelagið og spírar til størri virksemi. Tað er ikki meir enn rímiligt, at samfelagið gevur teimum góđar karmar. Tađ kann skapa fleiri nýggj arbeiđspláss, størri vøkstur, og eitt betri vælferđarsamfelag.
8. Vit skulu aftur til góðu gomlu føroysku kristnu grundvirðini, sum hava bygt okkara land ì øldir. Grundvirðir, sum sitandi sosialistiska samgonga í nógvum førum hevur skúgvað til síðis. Minnist til broytingarnar í hjúnarbandslógini. Eisini hava ynskir verið frammi frá vinstraveinginum, at ein skal kunna skifta kyn, um ein følir trongd til tað. Tað verður allarhelst eitt tað fyrsta mál á skránni um vinstra samgonga fær meiriluta aftur.
9. Vit skulu hava sum mál, at føroysk mentan stùtt og støđugt kann blìva til nakađ sum kann skapa vøkstur, virksemi og arbeiđspláss ì Føroyum á jøvnum føti viđ ađrar vinnur. Føroysk myndlist, tónlist, sjónleikur,bókmentir og onnur list skal kveikjast og stimbrast sum onnur ìverksetan, so hetta ì framtìđini kann gera okkara vinnulìv meir fjøltáttađ og kann gerast ein inntøkukelda til samfelagiđ.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
valevni hjá Fólkaflokkinum