
Vit royndi at koyra eitt timburbretti inn í holið og tað var skjótt at hundravís av vespum vóru klárar at leypa á.
Soleiðis skal man fyrihalda seg, um man finnur eitt vespubýli í Klaksvík og hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna um vespur á teirra heimasíðu:
VESPUR
Kommunan tekur sær av vesputýning, har fráboðarin kann ávísa, hvar býlið er. Harumframt skal eigarin av ognini ella annar heimilaður persónur vera inni, meðan týningin fer fram.
Fráboðanir um vespubýli skulu vendast til Miðlan á telefon 410000 ella sum teldupostur til [email protected].
Kunna teg nærri um treytir og mannagongdir í samband við vesputýning í hesum faldaranum.
SáH