Hendan samgongan hevur hildu Garðafólk fyri turran spott alla setuna ígjøgnum og eftir at undirritaði hevur skrivað fleiri greinar um hetta vandamikla strekkið, so var farið íholt við Garðavegin, men enn er hann ikki liðugur.
Síðsta greinin eg skrivaði um Garðavegin varð tann 1.10.2015, sjá grein niðanfyri. Tí sigi eg við tykkum Garðafólk, farið á val 8. november, so skal eg lova tykkum, sum ein gamal Garðafrensur, at Garðvegurin verður gjørdir liðugur og sum eitt av mínum slagorðum til hetta valið er og sum eg standi inn fyri "so verður tað gjørt".
Símun á Høvdanum
Grein um Garðavegin tann 01.10.2015, klikk her "Hví verður Garðavegur ikki gjørdir liðugur"