
Havi ikki sett meg ordiliga inn í, hvat hendan samgongan vil við økinum har norðuri, men tað er stór skomm, at tað verður brúkt til órudd og er hetta tað fyrsta okkara ferðafólk síggja, tá ið ferðamannaskipini leggja at bryggju í Norðhavini, sjá filmsklipp niðanfyri.
KVF tók spurninginum upp fyri mánaðum síðani, men hetta Býráðið hevur einki gjørt við økið, heldur tvørturímóti hava tey dálka Buchwald enn meira. Hetta kann ikki góðtakast longur og tí er tað neyðugt at eg fái tykkara stemmu, so hetta økið verður brúkt til betri endamál.
Økið kundi væl verið brúkt til kampingpláss, tí tað er ein mangulvøra í okkara býi og økið er sera vakurt.
Símun á Høvdanum,
Eg vil okkara býi best