“Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur frá byrjan í samskiftinum við danskar myndugleikar gjørt vart við, at tað hevur avgerandi týdning, at ein avgerð um ein lofteftirlitsradara skal vera grundað á politiska viðgerð í Føroyum. Semja er við donsku stjórnina um hetta. Tí verður eingin ætlan útint, fyrr enn avgerð er tikin um málið í Føroyum,” svarar løgmaður millum annað.
Í almennu frágreiðingini “Forsvarsministeriets fremtidige oppgaveløsning” frá 2016 verður tørvurin á radaraeftirliti úr Føroyum fyrstu ferð nevndur aftur, síðani táverandi radarin á Sornfelli var tikin niður.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum varð í november 2019 kunnaður av embætisfólkum sínum um, at ein lofteftirlitsradari í Føroyum møguliga fór at verða partur av sonevnda Arktis-kapasitetspakkanum hjá donsku stjórnini.
Hetta var eftir samskifti á embætisstigi millum Uttanríkistænastuna og danska Verjumálaráðið.
Síðani hevur málið um kapasitetspakkan og tørvur á lofteftirliti javnan verið frammi í tíðarskeiðinum frá november 2019 til nú.
Sí svar løgmans her
Løgmansskrivstovan