Vit síggja alt ov ofta, at persónlig áhugamál verða tikin framum áhugamálini hjá flokkunum og samgonguni.
Fólkaflokkurin var ikki samdur um, hvussu málið um sammøður skuldi handfarast í Løgtinginum mánadagin. Fyri okkum bæði var tað umráðandi, at vit gjørdu okkara til, at málið, sum hevur stóran týdning fyri nógvar av okkara veljarum, ikki bleiv samtykt. Fyri okkum hava grundvirðini størri týdning enn tað at sita í landsins hægstu størvum.
Vit vildu somuleiðis gera okkara til, at Fólkaflokkurin helt tað avtalu, ið vit sum flokkur hava gjørt við Sambands- og Miðflokkin.
Vit høvdu onga ávirkan á, hvat onnur í flokkinum og samgonguni gjørdu. Hvat bleiv sagt hvar og nær, er óvikomandi, tá tað snýr seg um illoyalitet. At ein annar tingmaður hjá Fólkaflokkinum velur at taka farloyvi í eina viku, so Fólkaflokkurin var við til at samtykkja málið um sammøður, er eitt annað mál, sum vit harmast um.
Tosið um valdsmisnýtslu er púra burturvið. Vit eru bæði vald á Føroya Løgting. Vit søgdu “valdið” í landsstýrinum frá okkum, og fóru í teir sessirnar í Løgtinginum, sum føroya fólk hevur valt okkum í.
Vit eru sannførd um, at vit gjørdu tað rætta. Vit gjørdu, sum sagt, alt tað, sum lá í okkara makt at forða fyri, at avtalur vóru brotnar og at lógin um sammøður varð samtykt.
Egin áhugamál mugu ongantíð koma framum politiskar avtalur. Illoyalitetur kann ikki brúkast í nøkrum samanhangi.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Jacob Vestergaard