
Norðoya Portalurin
![]() Nú ber til at søkja um stuðul tilmentanarlig tiltøk,
Sí lýsingina her Umsóknarbløð kunnu takast niður her ella við at venda sær til Almanna- og mentamálaráðið, ammr@ammr.fo Almanna- og mentamálaráðið ![]() Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var í gjár og vitjaði Javna. Javni hevði boðið landsstýriskvinnuni á fund at greiða frá, hvørjum Javni arbeiðir við, og hvørjum málum, tey meta, at landsstýriskvinnan eigur at arbeiða við. Eitt nú varð nomið við tørvin á búplássum, umlætting og aðrar skipanir, ið kunnu betrast. Eisini greiddi Javni frá, týdninginum av – eisini hjá fólki við menningartarni – at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum. “Hetta var ein góður fundur og nógv viðkomandi viðurskifti vórðu umrødd, og eg gleði meg til eitt gott og gevandi samstarv við Javna komandi árini,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum. Almanna- og mentamálaráðið |
Greinar
December 2023
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com |