Les hvat Borgatstjórin meinar og ikki hvat kommunustýrislimirnir meina her: Kunoyar kommuna kært umhvørvisgóðkenning
Eg veit onki um, at Kunoyar Kommuna ætlar sær at kæra nakað sum helst hjá Bakkafrost og eg haldi, at tað er farið langt um mark, at leggja meg undir at taka undir við hesari kæru.
Um Borgarstjórin úr Kunoy gjarna vil kæra Bakkafrost - so má hon gjarna gera tað, men eg vil gjarna vita hví eg eri tikin við í leikin, tá ið eg onki veit um júst hesa sak ..?
Tað eigur heldur ikki at standa Kunoyar Kommuna undir skrivinum um kæruna, tá ið kommunustýrislimir onki vita um júst hesa sak. Hetta er manipulerandi og absalutt ikki nakað, sum eigur at vera góðtikið ... óansæð hvat vit tosað um. Eg vil ikki vera álagdur í, at taka undir við nøkrum, sum eg ONKI veit um.
Vónandi tekur KVF seg saman og tosar um hetta eisini á teirra tíðindaflutningi, so at Føroyar fólk ikki vera villeidd í nøkrum sum ikki er sannheit.
JáH (y) 28.02.2018