Vegadeildin grevur í løtuni veit fyri Vatndeildina at leggja nýggjar vatnleiðingar í.
Á nøkrum fáum strekkum – framman fyri Bókasavnið og norður til Húsini hjá Ragnu Laksafoss, frammanfyri Effo og norður eftir kaiini, har sum Sam leggur at og norður til suðurendan á Heilsøluni liggja gomul stoypijarnsrør, sum nú verða skift út.
Arbeiðið kann væntast at taka á leið tríggjar vikur, og síðan verður farið longur norður eftir Biskupsstøðgøtu/Nólsoyar Pálsgøtu og fram við Effo.
Leiðingsarbeiðið er um at vera liðugt eftir kaini á Stongunum. Men av tí, at nakrir lekar eru á tí strekkinum - eitt nú nærhendis egningarskúrarnar, verða nýggir leidningar eisini lagdir har.
Kelda: klaksvik.fo
SáH