Tað eru nú tríggjar kvinnur, sum hava ákært Kavanaugh fyri at hava gjørt seg inn á seg. Serliga frágreiðingin hjá professaranum Christina B. Ford hevði stórt trúvirði - har hon boðaði frá í farnu viku, at Kavanaugh hevði gjørt seg inn á hana í 1982, tá ið hon 15 ára gomul og hann varð 17 ár.
Valevni hjá Trump, Brett Kavanaugh noktar at hava gjørt seg inn á nakra av hesum kvinnum, sum nú hava ákært hann - og sjálvur amerikanski forsetin forsvarar Kavanaugh, sum hevur ruddað allar forsíður í teim amerikonsku fjølmiðlunum.
JáH (y) 01.10.2018