Gloym meg ei er virkis- og tilhaldsstað, sum er partur av Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum. Tilhaldsstaðið hevur verið í Norðragøtu, men er í summar flutt til Klaksvíkar, inn í bygningin á Klaksvíksvegi 57, har "Húsið" fyrr hevði bústað.
Gloym meg ei vendir sær til heimabúgvandi fólk í Norðoyggjum og Eysturoy, ið hava sálarligar og sosialar avbjóðingar. Fyritreytin fyri at taka lut í virkseminum er, at fólk eru sjálvbjargin, og har er opið frá kl. 9 mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag.
Kelda: Løgtingið