Bókin "Fear: Trump in the White House" er sostatt blivin til ein best-seller og tað má nokk irretera amerikanska forsetan nakað nógv - tá bókin setur forsetan í sera neiligt ljós.
JáH (y) 19.09.2018
Norðoya Portalurin
Uppá bara eina viku - hevur bókin hjá Bob Woodward, sum er fyrrverandi journalistur hjá Washington Post - selt yvir 1,1 millión eintøk. Bókin "Fear: Trump in the White House" er sostatt blivin til ein best-seller og tað má nokk irretera amerikanska forsetan nakað nógv - tá bókin setur forsetan í sera neiligt ljós. JáH (y) 19.09.2018 Hósdagin í farnu viku var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, til tiltakið Markleys Útbúgving, har hon byrjaði dagin við at røða til tey ungu. Hon segði soleiðis: Góðan morgun tit øll. Eg fari at byrja við at siga tykkum eina søgu. Tað var einaferð, tá eg sum lítil smágenta fór í býin við mammu og babba á ólavsøku. Les meira HER JáH (y) 17.09.2018 Kelda: Løgtingið Brett Kavanaugh, sum er valevni hjá forsetanum Donald J. Trump til at vera nýggji Hægstirættardómari í Amerika - noktar seg sekan. Hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á eina kvinnu í 1980'unum, skrivar NTB. Enn hevur Trump ikki havt nakra viðmerking um hetta - men ongin ivi er um, at hann heilt skjótt fer at skjóta eftir Demokratunum, tá ódnin Florence hevur lagt seg. JáH (y) 15.09.2018 Fyrrverandi kampagnu-leiðarin hjá Trump, Paul Manafort hevur júst játtað seg sjálvan sekan fyri at minkað um núverandi dóm hjá sær. Serkønisgranskarin Robert Mueller sigst, at hava gjørt eina avtalu við Manafort, sum saktans kann vera við til - at fella núverandi forseta, Donald J. Trump. Einasta kravi hjá Manafort varð, at familjan hjá honum fekk tryggar umstøður at liva í - og at fólk skula minnast til hví hann fór so langt, sum hann nú einaferð gjørdi innan bankasvik og ólógligan peningaflutning. Hann risikerar at fáa ein fongsulsstraff uppá 10 - 20 ár sum nú er - og áhugavert er at hugsað um tað, at hann nú hevur játtað seg sekan - fer at gera tað, at hansara dómur fellur til onkis og at tað fer at fáa stórar avleiðingar fyri Trump. Donald J. Trump hevur onki sagt enn á Twitter um Manafort - men hevur fyri stuttari tíð síðani róst Manafort fyri hansara atburð í rættinum. Um Trump enn fer at rósa Manafort - ivast man í ..! JáH (y) 15.09.2018 Fíggjarmálaráðið, tann 13. september 2018: Semja var í gjár undirskrivað millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Semjan merkir, at mánaðarlønin hækkar 2,3 % tann 1. oktober í 2017 og 2,5 % tann 1. oktober í 2018. Umframt lønarhækking, eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálanum: Ásetingarnar um barnferð eru broyttar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta skeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð. Nýggj flokking er ásett fyri fulltrúar við 4½ ára útbúgving. Talan er til dømis um master útbúgvingar uttanfyri Danmark. Harumframt eru ásetingarnar um starvs- og lønaraldur og um serfrøðingar gjørdar greiðari. JáH (y) 14.09.2018 Kelda: Fíggjarmálaráðið |
Greinar
December 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til [email protected] ella [email protected] |