Talan er um eitt samstarv millum skúlastjórar og embætisfólk í skúlafyrisitingini í Norðurlondum og Írlandi, nevnt “Kurs 21 Nord”, sum byrjaði í 2002.
Limirnir í samstarvinum hittast á hvørjum ári, og ymsu luttakandi londini skiftast um at vera vertir.
Endamálið við samstarvinum er at menna skúlarnar í Norðurlondum, bæði saman og hvør sær, umframt at skapa sambond millum skúlaleiðarar í ymsu londunum.
Serligur dentur verður lagdur á at kunna um nýggjastu rákini innan undirvísing og námsfrøði, og kunnað verður eisini um undirvísingarskipanirnar í ymsu londunum, hvørji átøk londini hava sett í verk á skúlaøkinum í seinastuni - og hvørjar eftirmetingar, londini hava gjørt.
Í ár eru føroyingar vertir, og skúlastjórarnir byrja í dag vitjanina í Suðuroynni, har Magni Mohr heldur fyrilesturin “Týdningurin av at leggja til rættis venjing í skúlunum – ávirkan á heilsu, trivnað og læring”. Seinnapartin verður vitjað á Ítróttarháskúlanum í Vági.
Í Havn fer Jóhannes Miðskarð at umrøða úrslit frá eini granskingarverkætlan um námsfrøðiliga leiðslu í føroyskum fólkaskúlum og at seta granskingarúrslitini í samband við hugtakið “professionellur lærifelagsskapur”.
Eisini vitja tey á Glasi og á Skúlatrøð, umframt at tey fáa kunning um spildurnýggja, føroyska eftirmetingartilfarið í byrjanarundirvísingini, sum Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava ment til innskúlingina.
Útlendsku gestirnir fara avstað aftur hósmorgunin.
JáH (y) N. Greenwich 24.09.2018
Kelda: Løgtingið 24.09.2018