har núverandi samgonga er í holt við at flyta skip, kvotur og rættindir frá norður-eysturøkinum til suðurøkið og okkara politikkara í samgonguni her norðuri og eysturoynni standa sum deyð fil og bara hyggja at, at hendan beistagerðin verður gjørd.
Skapar ótta og órógv millum flestu Norðoyingar og Eysturoyingar.
Hetta skapar sjálvandi stóran ótta fyri okkara fólkum innan fiskivinnuni fyrst og fremst, men missa
vit 30 prosent av okkara fiskivinnu her norðuri, so fær tað óbøtaligan skaða fyri alt samfelagið her norðuri.
Hygg eftir áganginum á norður økið, ein ætlan er gjørd, um niðursåpling av fiskivinnuni her norðuri,
har ein menningarætlan er komin fram í ljósið, har somu persónar, sum seldu teirra fiskiloyvið fyri milliónir,
nú kunnu koma inn í vinnuna aftur og har svartiper verður Norðoyggjar og Eysturoyggin, hesi økini sum keypti rættindi
frá teimum at fiska og hesir menn blivu allir millónirnar uppá stutta tíð, teir skitu á sína oyggj, bara teir fingu milliónir í lumman
og hvar vóru lokal politikkarnir í teirr økjum tá. fyri
milliónir og sum nú vera tikið frá teimum aftur.
Vit mugu spryrja okkara politiska vald, bæði í landsstýrinum og løgtinginum, hvat
er tykkara støða til hendan ágangin á Norðurøkið? taka tit undir við hesi leiðini,
sum nú er stungin út í kortið, har
Vísið tykkum nú sum rættir menn og rættar kvinnur. Komið við einum svari? tað er eitt
krav frá okkum øllum í Norðoyggjum.
Nú alt sær út til at vera farið av sporinum, hóast ávaringar frá øllum, so hjálpir
ikki at siga um tvey ár, "Vit vistu ikki, at hetta fór at vera avleðingin", borgarnir føla seg av
góðum grundum snýtt, at tey góvu tykkum stemmuna.
Øll í Norðoyggjum góðtaka als ikki framferðarhættirnar hjá okkara fólkavaldu. Gerið tykkum greitt,
at tað eru vit, sum veljarar, ið hava seinasta orðið, hvussu valdið skal skipast næstu ferð og tá standa
til til dóms fyri okkum.
Haldi vit Norðoyingar eiga at mótmæla okkara umboðum harðliga, at slíkar mannagongdir vera brúktar,
har tað miðvíst verður lagt eftir norður - eysturøkinum og samgongan nú eru í holt við at flyta kvotur og annað
til suðurøkið.
Vit kunnu ikki annað enn spyrja politikska myndugleikan:
* er hetta sanna andlitið hjá tykkum?
* er politiski viljin, at flyta 30% frá norður-eysturøkinum til suðurøkið?
* taka okkara umboð undir við handfaringini hjá samgonguni um fiskivinnuuppskotinum?
SáH