
Vitjanin í Klaksvík byrjaði í býráðshúsinum, har borgarstjórin legði fram um Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga fyri økinum og spurdu eitt nú nærri um vakstrarætlanina, sum seinastu árini hevur verið viðvirkandi til støðuga fólkavøksturin í kommununi.
Harafturat vórðu tey kunnaði um nakrar av verkætlanunum, sum í løtuni eru í gongd.
Á vitjanini í Klaksvík vóru gestirnir eisini í Christianskirkjuni, har Edward Fuglø greiddi frá um listaverkið "Jesus úr Nazaret", umframt at tey eisini vitjaðu Heimið við Vágna og hjá Christian í Grótinum og Looknorth.
Í kvøld er Klaksvíkar býráð vertur fyri døgurða, og fólkatingslimirnir gista í Klaksvík í nátt, áðrenn tey í morgin fara at vitja í Eysturoynni.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH