Javnaðarflokkurin vil nú, at øll tey ríku skulu hava ókeypis barnaansing. Tað vil siga, at tey skulu hava ein lætta uppá 2000-2500 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Ein familja við tveimum børnum fær soleiðis ein lætta uppá uml. 5000 krónur. Ikki smávegis , sum javnaðarflokkurin nú vil forkela tey ríku í samfelagnum.
Taka vit tey, sum fáa ókeypis barnaansing í dag, so eru tað tey, sum hava eina inntøku upp til 244.000 ,- árliga, ella 20.333,- um mánaðin. Síðani minkar stuðulin stigvíst inntil inntøkan er kr. 293. 000 árliga, tá hann fellir burtur.
Í løtuni verður arbeitt við, at broyta kunngerðina um ansingarpláss soleiðis, at hámerkið verður hækkað upp til 390.000,-. Hetta fyri at lætta um hjá lág- og miðalinntøkum.
Nú vil javnaðarflokkurin avtaka hetta hámarkið og geva millióningum ókeypis barnaansing. Hvør tosaði um, at ríkidømis Føroya skuldi býtast javnari millum føroyingar ? Enntá tey, sum ikki gjalda skatt í Føroyum skulu hava ókeypis barnaansing.
Alingin skal gjalda.
Hvør skal gjalda? Jú alingin, sum brúkar hvønn fjørð uttanfyri miðstaðarøkið skal gjalda. Vinningurin frá alivinnuni kundi t.d. ístaðin verid veittur sum ískoyti til kommunurnar, har alingin virkar. Á tann hátt fingu kommunurnar har aliringarnir liggja eitt sindur burtur úr alingini, burtursæð frá teim fáu arbeidsplássunum. Men nei, javnaðarflokkurin vil heldur stuðla teim ríku í høvudsstaðnum í føstum almennum størvum.
Javnaðarflokkurin ynskir, at yvirskotið frá alingini í mest møguligan mun skal gjaldast til ríkastu kommunu í Føroyum, Tórshavnar kommunu. Her búgva umleið 40 prostent av Føroya fólki og tí heilt náttúrliga flest børn. Her búgva eisini flest veljarar.
Alingin, sum í mestan mun virkar uttanfyri ríkastu kommununa í Føroyum skal nú gjalda alt barnagarðsgildi hjá javnaðarflokkinum til ríkastu kommununa í Føroyum. Tað er lagnunnar speisemi, at her situr ein javnaðarmaður sum býráðsformaður vid stórum javnaðarmeiriluta. Álvaratos hetta uppátikna sjálvrættvísið hjá javnaðarflokkinum gevi eg lítið fyri. Hetta er Javnaðarpolitikkur tá hann er best.
Hví kann hesin peningurin ikki heldur koma kommununum til góðar, har alingin virkar ? Nei munurin gerst bara enn størri. Stættarmunurin verður størri, bæði tá tað snýr seg um fólk, og ikki minni, tá tað snýr seg um kommunurnar.
Populisma
Tórshavnar kommuna er ríkasta kommuna í Føroyum og ætlar at lækka skattaprosentið, tí peningastreymurin inn í kommunukassan er so stórur. Og hvat ger javnaðarflokkurin? jú henda ríkasta kommunan skal nú eisini fáa henda peningin frá alingini. Alingin sum í allarstørstan mun virkar uttanfyri Havnar kommunu. Hvør skal bløða ? Jú enn einaferð útjaðarin. Við vælsignilsi frá javnaðarflokkinum. Ja, hvat ger man ikki fyri at tekkjast veljarunum í høvuðstaðarøkinum ?
Hvat verður tad næsta ?
Hvussu verður, tá alivinnan ikki longur fer at geva eitt ónátúrligt avkast? Hvør skal tá gjalda gildið hjá javnaðarflokkinum ? Búskaparfrøðingur hevur verid frammi og sagt, at ongin sjómannahýra skuldi verid hægri enn kr. 400.000. Vóni ikki, at tad verður næsta stigið hjá javnaðarflokkinum.
Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur, løgtingslimur.