
Ført verður fram, at meira fæst burturúr fólkins ogn, um onnur sleppa framat.
Hvat verður øðrvísi ?
Hvat er tað, sum nýggju vinnulívsmennirnir fara at megna, sum núverandi ikki eru førir fyri ? Hvat fer at broytast ?
Verður oljan bíligari ? Verða hýrurnar minni og proviantur og útgerð bíligari ? Verða skipasmiðjurokningarnar minni, ella fara skipini at brúka bíligari útlendskar skipasmiðjur ?
Verða nýggir bíligari veiðiháttir uppfunnir ? Hvørji skip verða nýtt ? Verða nýmótans uppisjóvarskip bíligari at keypa, um aðrir sleppa framat ? Møguliga kunnu teir keypa skipini frá gomlu aktørunum fyri ein bíligan penga . Ella er meiningin kanska at keypa gamlar útslitnar dangur og útlendska arbeiðsmegi ?
Pengarnir sum koma inn við kassa 1 verða mistir aðrastaðni og vit missa meir fyri minni. Allir ringvirkningarnir verða burtur.
Hvar vóru herrópini tá høvuðsvinnan sveik ?
Hvar vóru allar hesar røddir , tá harðast leikaði á ? Ella eru hesi herróp bert at hoyra í bestu tíðum ? Kann tað hugsast, at hesar røddir stillisliga fara at tagna , um tíðirnar versna aftur og onki verður at stríðast um. Øll, sum fáast við fiskivinnu og liva tætt upp at fiskivinnuni vita, at tað gongur upp og niður. Tað er bara ein spurningur um tíð, inntil alt kann broytast 180 stig.
Skal so alingin á uppboðssølu eisini ?
Vilja somu búskaparfrøðingar eisini hava alingina á uppboðssølu ? Er eisini tørvur á nýggjum aktørum her og fer alingin at kasta meir av sær til samfelagið so ? Eru firðirnir í Føroyum ikki eisini fólksins ogn ?
Hvat við alifeløgunum sum eru i dag ? skulu tey leggja stilt og bíða til tey møguliga fáa møguleikan aftur einaferð í framtíðini um 5 – 10 – 15 ár.
Mugu vera varin
Nei vit skulu ansa okkum, hvussu vit uppføra okkum. Vit eru nógv, sum kunnu fortelja øllum frøðingum, at tað framvegis eru fiskivinnan og alingin, sum halda Føroya landi uppi og sum rindar alt gildið. Um ein byrjar at gambla við hesum, kann tað verða til størsta skaða fyri landið. Hetta eru vinnur, sum eru upparbeiddar ígjøgnum fleiri ár og fleiri ættarlið, eisini langt áðrenn kvotasamráðingar byrjaðu. Forfedrar okkara løgdu lunnarnar og løgdu hjarta og sál í. Tað hevur minni enn so altíð gingið væl. Nógv hava bløtt og rindað høgan prís. Hetta vóru veruligir vinnulívsmenn, sum ikki góvust á hondum. Teir vildu nakað og uttan teir, vóru vit ikki her í dag og onki var at klandrast um.
Vænti ikki nakar ynskir seg aftur til árini, tá høvuðsvinnan sveik. Fólk í hópatali fluttu av landinum fyri at yvirliva. Teirra lívsgrundarlag í Føroyum var burtur. Teppið bleiv skrykt undan teimum. Arbeiðsloysið var stórt og skatturin ovhonds høgur. Tíbetur áttu Føroyar framvegis nakrar úrmælingar eftir . Hesir hava megnað at virkað fólksins ogn til tað, hon er í dag. Eitt vælferðarsamfelag við minsta arbeiðsloysi í Europa, fólkavøkstri og lækkandi prístali. Vit hava eitt gott heilsuverk, almannaverk, skúlaverk o.s.v . Tað er undir verandi skipan og við verandi aktørum í vinnuni, at hetta er hent. Saman við dugnaligum arbeiðsfólki eiga hesi stóran heiður uppibornan.
Skal alt á uppboðssølu ?
Kann ikki lata vera við at taka ein parallell, tá nógv vilja hava arbeiðsplássini í fiskivinnuni á uppboðssølu? Skulu so eisini øll almenn arbeiðspláss á uppboðssølu við jøvnum millumbilum ? Soleiðis kundi okkara ungdómur, sum búleikast í øðrum londum eisini havt sama møguleika til hesi almennu størvini. Vit kundu fingið hesi heimaaftur nýútlærd, við nýggjum teorium og kanska betri próvtølum. Tey, sum sita í hesum størvum nú, kundu so bara leita sær eftir øðrum størvum aðrastaðni. Hví skuldu tey eisini sitið har fyri lívstíð, tá onnur betri skikkaði eru og sum gjarna vilja, men fáa ikki møguleikan ?
Øll almenn leigumál kundu eisini verið seld á uppboðssølu. Trúgvi at fleiri av almennu leigumálunum í høvuðsstaðnum kundu fingist fyri helvtarprís uttanfyri høvuðsstaðin.
Tá høvdu vit sæð mótmælisgongur
Kann lítið ímynda mær skilið, ið tá hevði verið. Tá høvdu vit sæð mótmælisgongur, sum ongantíð áður og sendingar og samrøður í miðlunum. Føstu tryggu størvini við góðari pensión skuldu knappliga útlutast. Tað hevði verið ótryggleiki sum vildi nakað. Tað er júst hetta, nógv ætla at gera við okkara fiskivinnu, okkara høvuðsvinnu. Hevur okkara høvuðsvinna ikki sama status ?
Hønan og gulleggini
Nei vit muga ansa okkum, at vit ikki drepa hønuna, sum verpir gulleggini. Vit hava eitt gott samfelag, men treyðugt so, so eru framvegis nakrar justeringar sum skulu til. Vit høvdu eitt alt ov høgt skattatrýst. Tað bleiv tosað og tosað, men ikki fyrrenn hendan samgongan kom til bleiv handlað og vit innførdu flatskattin, sum var hart tiltrongdur. Vit settu hol á at linka um høga skattatrýstið.
Andstøðan sær bara feilir
Andstøðan sær næstan bara feilir og manglar og sær stórt sæð onki gott. Minnir ikki sørt um óðar uppøstar áskoðarar til fótbóltsdyst. Negativar áskoðarar, sum bara grenja, knarra og mjarra um alt, sum spælarnir inni á vøllinum gera skeivt. Skeivar og manglandi avleveringar, fótfeilir osv. Sjálvir duga teir ikki at sparka til ein bólt, men at standa á síðulinjuni og rópa ókvæmisorð eftir spælarum og dómara inni á vøllinum, er ongin trupulleiki.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna