Eisini Sjálvstýri gongur við til at avtaka bummgjøldini.
Tað kostar okkum milliónir í lønum at umsita báðar tunnlarnar og taka vit allar tunnilsnevndirnar, so kosta tær 696.000,00 kr. um árið, bara í samsýning til nevndarlimirnar. Hetta sigur okkum, at her ruggar ikki alt rætt og sum tað fyrsta, so skulu tær avtakast beinanvegin, ongantíð ov skjótt, tí ongin av hasum nevndarlimunum heftir fyri nakað sum helst, tey sita øll har, bara fyri pengarnar skyld og stjórin kann gera akkurát tað honum lystir. Hendir nakað, so heftir ongin og kann nakar siga mær, hava hasi fólkini forstand uppá undirsjóvartunlar? eg spyrjið bara, tí hava tey ikki tað, hví sita tey so har?
Fíggjarlógin er løgd fram og verður viðgjørd fríggjadagin, nú er møguleikin, at taka undirsjóvartunlarnir við í Fíggjarlógina 2020 og avskaffa umsiting, leigu av hølum, lønir til starvsfólk og samsýningar til nevndarfólkini í Norðoya Tunlinum og Vága Tunlinum. Vit eiga meirilutan, so tað er bara at gera tað.
Sum sagt í yvirskiftini, nú er at halda orð, bummgjøldini skulu burtur í hesum árinum, siga øll fólkini upp, sum umsita tunnlarnar, siga leigusáttmálarnar upp og blaka nevndirnar í undirsjóvartunlinum til hús. Her eru milliónir at spara og tað er onki at bíða við.
Her grein hjá Marius Dam tann 29.august 2019, Sambandsmaður í Vágunum:
Hey Frank Davidsen: Mín flokkur vil avtaka bummgjaldið. Eg havi tosað við Kaj Leo. Hann vil/vildi hava bummgjaldið burtur. Hann hevur eisini skrivað tað á Facebook. Hann var annars løgmaður í undanfarnu samgongu, ið gav boð um at bummgjaldið skuldi avtakast. Tað hevði verið burtur um Hendrik Old og núverandi samgonga ikki góvu kontraboð og gjørdu Vágarnar og Norðoyggjar til serstøk skattaøki – sum tey enn eru. Hesin anstyggiligi ósolidariski politikkur at serskatta økir, má steðga beinanvegin. Sambandsflokkurin legði eisini uppskot fram á Løgtingið á vári 2017 um at avtaka bummarnar í Vága og Norðoyatunli. Men Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn feldu uppskotið. Teir vilja eykaskatta okkara øki.
Tí spyrji eg teg enn einaferð Frank: Vil Javnaðarflokkurin avtaka bummgjaldið? Hevur tú spurt Aksel og fingið svar?. Eg havi svarað tínum spurningi. Mín flokkur vil avtaka gjaldið. Nú vóni eg at tú svarar og ikki kemur við uttanumtosið. Svarið er nevniliga einkult: Ja ella nei (onki uttanumtos)
Svarið hjá Frank Davidsen var onkisigandi, so tað fær ikki húsrúm, men til kunnu síggja tað á Facebook vanganum hjá Marius Dam.
Símun á Høvdanum, Fólkafloksmaður