Samráðingarnar slitnaðu, tí flokkarnir blivu ikki samdur um málsøkini. Sum skilst, so var samgonguskjalið komi uppá pláss, men Sambandsflokkurin forlangaði alt ov nógv, tá ið samráðst varð um málsøkini.
Bárðr á Steig Nielsen er nú farin oman í Gamla Apotekið, har hann hevur boðað Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn til samráðingar.
Hann hevur fingið nýggja freist og hesaferð er freistin klokkan 13:00, um hann ikki megnar semju við teir flokkarnar, so verður ein nýggjur samráðingarleiðari útnevndur.
SáH