Harvið varð lagt til grund, at Føroyar hava tikið avgerð um ikki at gera neyðugar forkanningar í sambandi við at leita eftir, við tí í hyggju at loyva, námsvinnu á landgrunni Føroya. Hetta er ikki so.
Rætt er, at Føroyar hava tikið undir við, at eingin námsvinna enn skal vera á havsins botni í økjum uttan fyri løgdømi hjá strandarlondum, fyrrenn altjóða havbotnsmyndugleikin (ISA) hevur gjørt til neyðugt regluverk. Ráevni uttan fyri løgdømi eru nevniliga ogn hjá mannaættini og verður umsitið av International Seabed Authority.
Føroyar hava tó ikki tikið undir við, at eingin námsvinna skal vera á landgrunni Føroya.
Uttanríkis- & vinnumálaráðið fer, saman við avvarðandi stovnum, í næstum undir at fyrireika neyðugar kanningar, sum gerast partur av grundarlagnum, tá ið ein møgulig avgerð skal takast um at loyva leiting eftir steinsløgum á landgrunni Føroya í økinum norðan fyri Føroyar.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið