Fundurin varð hildin í Gamlagarði í Svínoy, og á skránni vóru framløgur um framtíðar ætlanir á farleiðini til Svínoyar og Fugloyar. Eftir framløgurnar varð prátað um, hvørji ynskir staðbundnu umboðini hava til eitt framtíðar skip. Eisini vórðu ábøtur á lendingarnar á Eiðinum og á Víkini umrøddar, serliga við atliti til, at nýggja skipið skal kunna taka størri bilar.
Stjórin á Strandaferðsluni kunnaði um, at arbeiðið at projektera nýtt skip til svínoyarleiðina fer í gongd í næstum, og at ætlanin er fáa eitt lokalt umboð í ein bólk, sum skal geva sítt íkast til nýggja skipið.
Eisini varð kjakast um núverandi ferðaætlan. Eitt nú at summarferðaætlanin skal verða galdandi allan oktober mánað., tí at vanliga er nógv virksemi í oynni, tá fjøllini verða gingin.
Fleiri myndir her, "Fundur um nýtt skip til Svínoyar".
Klaksvíkar Kommuna