Tað var orsøkin til, at vit undir síðstu samgongu fingu fatur á Herjólfi, sum kundi hjálpa Smyrli. Herjólfur var eitt vánaligt avloysaraskip – kundi ikki brúkast til tað – men Herjólfur hjálpti so væl til við farmaflutninginum, at nærum ongir trupuleikar vóru hjá Smyrli at røkja Suðuroyarleiðina.
Hevði Herjólfur verið, var støðan á Krambatanga fríggjamorgunin, tá 50 bilar stóðu eftir, ikki íkomin og fraktin hevði verið komin norður um fjørð til tíðina.
Vit, Erhard Joensen og undirritaði, dugdu at síggja trupuleikan, men suðuroyartingfólkini í samgonguni vildu ikki hjálpa okkum at játta neyðugu pengarnar, so Herjólfur kundi halda áfram at sigla, inntil landsstýrismaðurin hevði funnið eina aðra loysn.
Landsstýrismaðurin, Dennis Holm, og samgongan, suðuroyartingfólkini Bjarni Hammer, Henrik Old og Súsanna Bertholdsen íroknað, hava skapt trupuleikan, og mugu loysa hann sum skjótast.
Vit skulu nokk hjálpa til.
Umberingin at “arbeitt verður við málinum” heldur ikki longur.
Jacob Vestergaard