Tað søgdu Óluva í Gong, forkvinna, og Æna Reinert, tá vit vóru á vitjan í Felagnum í gjár.
Tær vísti á, at raddir hava verið frammi um, at útbúgvingarlongdin skal styttast. Tær siga, at hetta als ikki hevði komið heilsuverkinum, eldraøkinum og okkum øllum til góðar.
💚Vit eru púra samd við Óluvu í Gong og Ænu Reinert. Tað er umráðandi, at vit framhaldandi útbúgva fólk í sjúkrarøkt á høgum stigi, eins og vit gera nú - og IKKI stytta ella lækka útbúgvingarstøðið.
Takk fyri, at vit kundu koma á vitjan, Óluva í Gong og Æna Reinert - og takk fyri stóra innlitið í útbúgvingina og arbeiðsøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Fólkaflokkurin