
Tórshavn, tann 9. apríl 2015
Sjálvstýrisflokkurin fingið nýggjan floksformann.
Seinrapartin hósdagin kunnaði Kári P. Højgaard, tingmaður og fyrrv. floksformaður fyri Sjálvstýrisflokkin - Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins frá, at hann hevði tikið avgerð um at fara frá sum floksformaður og at hann ynksti, at næstfloksformaðurin Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík átók sær starvið.
Landsnevndin tók undir við ynskinum hjá Kára P. Højgaard og kemur Jógvan Skorheim at røkja starvið sum floksformaður, til komandi aðalfund í Sjálvstýrisflokkinum, sum verður aftaná komandi løgtingsval.
Hóast Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur lagt starvið frá sær sum floksformaður, kemur hann sjálvandi at Jógvan Skorheim Kári P. Højgaard halda fram sum tingmaður, og stillar upp til komandi løgtingsval.
Jógvan Skorheim er hóast ungur, ikki ókendur á politiska pallinum. Hann bleiv valdur í býráðið í Klaksvík í 2008 og aftur í 2012, tá hann gjørdist borgarstjóri í Klaksvík. Eisini hevur hann áður stilla upp til løgtingsval fyri Sjálvstýrisflokkin, og hevur sitið sum varamaður á Føroya Løgtingi í fleiri umførum.
Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins ynskir nýggja floksformanninum Jógvan Skorheim hjartaliga tillukku og góða eydnu við starvinum, og takkar Kára P. Højgaard fyri góð avrik.
Blíðar heilsanir,
SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN