
Javnaðarflokkurin, serliga løgmaður, hevur seinastu árini tosað um at savna tjóðina, men í veruleikanum hevur hann spjatt Føroyar í tvey: vit móti tykkum. Tað góða móti tí ónda.
Fyrsta var tað Fólkaflokkurin, sum løgmaður og javnaðarflokkurin ikki skoyttu um. Har við útihýsti løgmaður nær um 25% av fólkinum. Í dag er tað tjóðveldi, sum stendur fyri skotum. Eini 20-23% av fólkinum afturat. Sostatt hevur løgmaður og javnaðarflokkurin útihýst út við helvtina av Føroya fólki.
Hetta er ein stór andsøgn við nógv róstu nýggjársrøðu løgmans, har hann m.a. segði:
“Tá ið vit stremba eftir at byggja eitt samfelag, har øll hoyra saman, og vit taka okkum av hvør øðrum, byggja vit á nakað av tí besta í gamlari, føroyskari mentan.
Fatanina av, at vit øll ganga í einum og sama fylgi.”
Sitatið omanfyri minnir meg ikki sørt um kendu orðini hjá George Orwell:
"Øll eru líka, men summi eru meira líka enn onnur."
Hetta er ein beinleiðis ræðandi. Tað tykist, sum valdið og góðu valúrslitini hava stigið løgmanni og javnaðarflokkinum upp í høvdið. At teir eru blindaðir av valdinum og valrúsinum.
Vit kunnu hava ymiskar meiningar um alt millum himmal og jørð, men vit mugu vera nóg búgvin til at arbeiða saman. Tvørturum politisk "landamørk".
Um ikki, er tað veljarin og samfelagið, sum stendur eftir sum stóri taparin. Og tá er einki vunnið. Kanska er tað tað, løgmaður og javnaðarflokkurin ynskja. So kunnu teir sita við valdi, meðan samfelagið liggur í skeljasori.
Vónandi gjøgnumskoðar veljarin sundurlyndið, so at løgmaður og javnaðarflokkurin fáa ein ordans bakkaláara á valdegnum. Eitt reality check.
Tað hava teir so sanniliga brúk fyri.
Hanus Samró
Fólkaflokkurin