
2. Teir mettu um dagsins framstig at náa nýggjar semjur og móttóku dagføringar av støðuni viðvíkjandi tøkniligum frágreiðingum um landafrøðiligu útbreiðsluna hjá hvørjum stovni. Teir váttaðu mál teirra at semjast í 2022 um langtíðar, altumfevnandi og íroknandi býtissemjur um hvønn stovn.
3. Leggjandi sær í geyma tørvin at fremja framburð í samráðingunum, samdust teir um at halda fram við tingingum um hesar stovnar á trimum fundum í London frá 14. til 16. mars 2022.
4. Teir samdust um, at høvuðsdenturin á teim næstu samráðingarumførunum viðvíkjandi landnyrðingsatlantshavsmakreli verður at kanna nágreiniliga frágreiðingina frá náttúruvísindafólkum luttakaranna um landafrøðiligu útbreiðsluna hjá makrelstovninum. Frágreiðingin er heimilað í “Semjuriti at enda fiskiskapartingingarnar um at umsita landnyrðingsatlantshavsmakrel”, undirritað 27. oktober 2021. Teir samdust eisini um, at høvuðsdenturin á fundum um svartkjaft og norðhavssild verður at gera framstig í tingingunum um ein felags býtissemjumyndil. Fullmannaðar sendinevndir verða bodnar at møta á hvørjum fundi.
Colin Faulkner, formaður fyri samráðingunum um landnyrðingsatlantshavsmakrel
Herluf Sigvaldsson, formaður fyri samráðingunum um svartkjaft
Will Francis, formaður fyri samráðingunum um norðhavssild
10. februar 2022
Fiskimálaráðið