Hví skulu hesi bæði mál blandast saman, tunnilin er útgoldin og tí skal tað vera ókeypist at koyra gjøgnum hann, viðlíkahald av tunlinum skal sjálvandi uppí landsvegakervið.
Kringvarp Føroyar og nakrir politikkarar royna av øllum alvi, at billa fólki inni, hvussu bíðligt tað er at koyra ígjøgnum Norðoya Tunnilin og hvussu dýrt tað er at fara til suðuroyar, men tað hevur onki við hvørt annað at gera, tað skal slett ikki blandast saman.
Ongir tosar um hvat tað kostaði at koyra ígjøgnum tunnilin í 2006, men eg kann upplýsa tykkum, at tá kostaði tað 170,00 kr við akførum niðanfyri 3.500 kg. u/hald í 2006 og í 2022 100,00 kr., so gjaldið er lækkað 41 prosent fyri bilar uttan gjald í hesi 16 árini.
Vit hava goldið fyri tunnilin, tað ljóðar sera gott, at vit bara gjalda 20,00 kr. fyri at koyra ígjøgnum tunnilin og hetta hevur Kringvarp Føroya og onkrir politikkara misbrúkt fyri at siga hvussu smáligur Norðoyingar eru og brúkt orðið samhaldfesti um okkum norðoyingar, at vit ikki eru samhaldfastir, men hvar var Føroyar, tá ið Norðoya Tunnilin opnaði í 29 apríl 2006, vóru teir samhaldsfastir tá? Eisini brúka teir at seta norðoyingar og suðuroyingar í móti hvørjum ørðum, hví skal tað vera ókeypist hjá norðoyingum at koyra ígjøgnum Norðoya Tunnilin og ikki ókeypist at fara við Smyril, men tað hevur onki við hvørt annað at gera.
Hví blanda tey ikki Kollfjarðartunnilin saman við Norðoya Tunnilin? hví skal tað vera ókeypist at koyra ígjøgnum Kollfjarðartunnilin, skal hann ikki viðlíkahaldast eisini?
Í Íslandi hildu teir eisini orð, har tað bleiv ókeypist at koyra ígjøgnum Hvalfjørður tunnilin frá 28. september 2018 og tá bleiv tunnilin handaður landinum og gjaldstøðin bleiv tikin niður og umsitingin send til hús. Tað skulu vit eisini gera í Føroyum. Eisini tá ið Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru útgoldnir, so skal tað eisini vera ókeypist at koyra ígjøgnum teir og so skulu teir eisini uppí landsvegakervið.
Vit øll betala betala 100tals milliónir í avgjøldum fyri at hava bil og hvar enda allar teir milliónirnar?, vera tær brúktar til at viðlíka alt landsvegakervið ella endar tað í stóra pott í Tórshavn?. Vera tær brúktar til tað tær eiga at vera brúktar til, so verður tað ongin trupuleiki at viðlíkahalda Norðoyatunnilin í framtíðini.
Ein kanning eigur at vera sett í verk, um allar milliónirnar sum Føroya fólk betalur í avgjøldum um árið at hava bil, vera tær brúktar til rættað endamál ella fara tær í stóra pott og til umsiting? eg rokni við at vit vera kløkk, hvar allir okkara pengar vit betala fyri at hava ein bil fara til?
Símun á Høvdanum
Her grein, har Hvalfjørður í Íslandi gjørdist ókeypist at koyra ígjøgnum, klikk link herundir ella klikk á myndina:
https://www.visir.is/g/20181951034d?fbclid=IwAR2AxIjln4117_ifgZUSLZsUAQbmycu8tGDHmxPGMmFt7gZAnxGtR2hZC0E
“For at være ærlig er det bare en lettelse. Det er godt. det har været længe undervejs. Man sagde, at tyve år var lang tid, men nu er det gået. Utroligt men sandt. Vi er ikke længere nødvendige.”
RSS Feed