Annars ljóðaði tað sera gott út, at veðurtíðindini fóru at blíva nógv betri og meira neyv frá 1. desember 2021 og nú skriva vit 15. juli 2022, sjá tíðindaskriv herundir.
Møguliga verður tað betur, nú trý fólk afturat eru sett í starv á Veðurstovuni í Tórshavn sjálvandi, men heimasíðan www.vedrid.fo sær alt annað enn gott út og trongir sanniliga til eina uppdatering.
Líkist nógv hvussu tað gongur fyri seg í Føroyum, tá ið vit yvirtaka nakað, har vit proppa fólk inn í ein stovn og so blíva vit við at seta fólk í starv og tænastan blívur bara verri og verri.
Fái nú skil á Veðurstovuni, tit hava havt ríkiliga góða tíð til at gera tað og starvsfólk mangla tit ikki.
SáH
Her tíðindaskriv tann 01.11.2021 frá Veðurstovu Føroya:
Nú koma fyrstu veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya
Í dag, mánadagin 1. november 2021, koma 5-daga veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya og ikki frá DMI. Sambært sáttmála við DMI yvirtekur Veðurstovan 5-daga forsagnirnar gerandisdagar fyri Føroyar, meðan DMI ger 5-daga forsagnir um vikuskiftið og eisini halgidagar. Fyribils ger DMI eisini allar stutttíðar forsagnir, fyri fyrsta døgnið.
Frá 1. desember í ár er ætlanin, at Veðurstova Føroya fær ábyrgd av stutttíðar forsagnum (+24 tímar) fyri land og havleiðir og eftirlit av ávaringum, gerandisdagar millum 8 og 17. DMI hevur sum higartil ábyrgdina um kvøldið og náttina, og alt døgnið um vikuskiftið og halgidagar.
Verkætlan
Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um, at Veðurstovan fer at gera størri broytingar í vaktarskipan fyribils, men uppá sikt er ætlanin at fáa eina vaktarskipan allar dagar og fleiri tímar um døgnið. Um kvøldið og náttina verður tó ivaleyst samstarv við DMI ella annan veitara, so vaktarskipanin ikki verður ov dýr.
Tað eru verkætlanir viðvíkjandi gransking og menningararbeiði umframt altjóða og millumtjóða samstarvi, t.d.
Meting av mátingarskipan – staðsetingar, veðurmátingar frá alduboyum, veðurradar
Góðskuskipan fyri veðurmátingar
Betri samskipan av føroyskum veðurmátingum
Veðurmodelldata frá DMI og ECMWF
Føroyskt veðurmodell, downscaling
Verifikatiónssystem ella sannprógvakervi fyri veðurforsagnir
Verifikatiónssystem ella sannprógvakervi veðurmodellprognosur
Betri miðling til KVF v.fl.
Skráseting av veðurfyribrigdum og vitan hjá veðurkønum kring landið.
Veðurlagskanningar
Heimasíða er í gerð
Tað er nógv annað, sum kundi verið átrokandi/gott at kanna ella byrja at arbeiða við, t.d. “veðurlagsbroytingar”, men í fyrsta umfari verður tað vanliga veðrið raðfest hægri.
Tað eru fleiri felagsskapir, sum kundu verið viðkomandi at gerast limir í t.d. WMO, ECMWF og EUMETSAT. Men tað er sera kostnaðarmikið og heldur ikki heilt lætt. Her verður tí í fyrstu atløgu bert hugsað um hjá-limaskap í WMO. Mett verður, at tað í minsta lagi tekur eitt ár at fáa limaskap í WMO.
Setan av fólki
Veðurstovan er deild undir Vørn, so stjórin á Vørn er stjóri fyri Veðurstovuna meðan veðurmenningarbólkurin hevur virkað sum deildarleiðari. Á veðurstovuni eru í løtuni tveir veðurfrøðingar og verkætlanarsett kt-fólk. Harumframt eru tøkningar, skrivstovufólk v.fl., sum eru sett av Vørn ella MRCC, men í vissan mun arbeiða fyri Veðurstovuna.
Nú verður deildarleiðari vónandi skjótt settur og seinni í ár ella fyrst í komandi ári verður væntandi setan av nøkrum fólki afturat