Mikið kjak hevur verið um min persón i seinastuni og nógv rok hevur verið orsakað av minum persóni. Tað biði eg um umbering fyri. Eg veit, at miðlar og onnur sita við nógvum spurningum eftir tað, sum er hent og royna at seta søguna saman. Eg lovi at gera samrøðu, tá eg komi aftur um nakrar dagar, so svar fæst á flestu spurningar. Beint nú vil eg hugsavna meg um mina familju nakrar dagar, sum hevur liðið nokk undir øllum trýstinum. Vit skulu minnast til, at ongin av okkum er meir enn eitt menniskja við øllum, ið hartil hoyrir. Ein innilig og hjartans takk til tykkum mongu, sum hesar seinastu dagarnar hava sent mær heilsu, tað er bæði rørandi og fløvandi.
JáH (y) 23.09.2015