Sjá tekningina hjá Óla P HER
Men eftir (nærum) øllum at døma, so dáma fólkið ikki tekningina, sum Óli P hevur gjørt av Anniku Olsen. Ein lesari skrivar soleiðis í www.portal.fo um tekningina hjá Óla P.: "Sjálvandi skal tað snúgva seg um sex og naknar kvinnukropp, tá menn viðgerða kvinnur í politikki. Forbannað langt úti!" og ein annar skrivar: "Menn sum hata kvinnur!! Nú eisini Óli P." og fleiri aðrar viðmerkingar eru á Portalinum um júst hesa tekning - har meirlutin heldur, at her er Óli P also farin for langt. Sjálvur sigur Óli, at hann mangan hevur teknað pissilingar, uttan at nakar hevur kallað tað sexismu.
JáH (y) 22.09.2015
Tey flestu hava svara "Nei" av teim spurdu. Útav teim 55 sum spurd eru - so hava 46 svara Nei - ímeðan 9 hava hildið at tekningin varð farin ov langt.