Hvussu kann tað bera til, at borgarstjórin í høvuðstaðarkommununi fær undirtøku frá býráðnum, at hann kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis, meðan borgarstjórin í Klaksvík, av meiriluta í býráðnum, verður noyddur at velja antin borgarstjórasessin ella løgtingssessin.
Seinastu árini hava fleiri borgarstjórar sitið í Løgtinginum og røkt báðar sessirnar.
Hetta valskeiðið hevur borgarstjórin í Runavík boðað frá, at hann røkir báðar sessirnar til nýggjárs, borgarstjórin í Vestmanna situr í báðum sessum restina av kommunu-valskeiðinum, og borgarstjórin á Tvøroyri, ið situr í báðum sessunum, umhugsar støðuna.
Talan er um eitt prinsippmál.
Tað eigur ikki at kunna setast spurnartekin við avgerð hjá býráðum, um talan er um vælvilja/ illvilja ella politisk motiv.
Tí skuldi tað verið klokkuklárar mannagongdir, sum avgjørdu, um ein borgarstjóri fær møguleikan at røkja løgtingssess, samstundis sum hann er borgarstjóri.
Á tingfundi 17. september boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:
1. Heldur landsstýriskvinnan, at talan er um prinsippmál, har allir
borgarstjórar eiga at vera javnstillaðir?
2. Heldur landsstýriskvinnan at talan er um javnbjóðis treytir, tá t.d.
borgarstjórin í Tórshavn og fleiri øðrum kommunum kunnu
sita í báðum sessum, meðan borgarstjórin í Klaksvík, skal velja
annan sessin frá?
3. Hevur landsstýriskvinnan í kommunumálum somu áskoðan sum
fyrrverandi, at borgarstjórar settir fulla tíð, ikki samstundis kunnu
sita í Løgtinginum?
4. Hevur landsstýriskvinnan ítøkiligar ætlanir um at fremja
broytingar í kommunustýrislógini?