Aðalstjórin helt stutta vælkomutalu, og nýggi landsstýrismaðurin fekk at vita, at starvsfólkini í Fiskimálaráðnum standa landsstýrismanninum til tænastu við tí endamáli at tryggja eitt gott og mennandi samstarv.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, takkaði fyri og hugleiddi eitt sindur um politikk og annað. Hann segði seg vera spentan at fara til verka í nýggja starvinum, sum helst verður ein stór avbjóðing.
Kelda: Fiskimálaráðið