NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Samansjóva bygdirnar betri!

7/10/2016

Comments

 
Billede
Tað eru nú nøkur ár síðani, at eg valdi at flyta til Kunoyar, ístaðinfyri at vera verandi í Klaksvík og grundin tá og er enn í dag tann sama: Tú fær simpulten ikki eitt flottari stað í Føroyum, at búgva í enn Kunoy.

Men eg havi lagt til merkis, at ikki verður gjørt so nógv burturúr Haraldssund, sum eisini hoyrir undir Kunoyar Kommunu og júst tann partin fari eg at arbeiða fyri - um nú eg verið valdur inn í Bygdaráðið hjá Kunoyar Kommunu.

Eg dugi at síggja stórar møguleikar við Haraldssund, nú Bakkafrost fer at byggja heimsins størstu smoltstøð beint yvirav Haraldssund og eri eg sikkur í, at fleiri vilja sleppa at byggja í ávíkavist Haraldssundi ella í Kunoynni. Og tað eru sjálvandi møguleikarnir vit eiga at hyggja eftir í felag - ístaðinfyri at stara okkum blind við forðingum. Sjálvur ætli eg mær, at tosað við Regin á Bakka og aftur spyrja um møguleikan, har Bakkafrost fer at leggja "flag" sum tak á tí stóra bygninginum, so at fólkini í Haraldssundi fáa okkurt snøgt at hyggja at - enn tað holið, sum er har beint nú.

Ein betri samansjóving av Haraldssundi og Kunoy er einasta loysnin til eina betri framgongd, og har kann eg gott vera ein lyklapersónur ímillum báðar bygdirnar. Eg síggji stórar møguleikar fyri ferðafólk til ávíkavist Kunoyggjuni og Haraldssund, og eisini har eiga vit at duga betri, at fáa pening burturúr teim ferðandi. Hvat við einari Ferðastovu til Haraldssund ..? Ella hvat við, at vit átaka okkum av byrgingini, so at Landsverk ikki fer avstað við tí uppruddingar-arbeiðinum, sum mangan má gerast ..? Hvat við navnaskeltum til ymiskar søgnir úr Haraldssundi og Kunoyggjini ..? Og hvat við, at vit fáa pening frá Menturnargrunninum, so at viðlíkahald av gomlum húsum vera goldin av Landskassanum ..? Trupuleikin er nevniliga, at vit eiga at krevja nógv meira frá landinum enn vit gera og við teim røttu spurningunum, so fær ein mangan rætta svarið. 

Ja, møguleikarnir eru nógvir og eg haldi, at okkara Borgarstjóri, Meiken Sólheyg Michaelsen hevur gjørt eitt gott arbeiðið sum Borgarstjóri fyri okkara Kommunu og nú hon hevur valt ikki at stilla upp aftur, so meti eg sjálvur, at eg saktans kundi gjørt hennara arbeið víðari, so at okkara Kommuna vaks størri & vakrari enn nakrantíð áður. Tí sum sagt, so ræður tað ikki um at síggja forðingar - men heldur møguleikarnir við heimsins besti & flottastu kommunu.

Í felag kunna vit - um vit vilja!

Jógvan á Høvdanum, yngri
Valevni fyri listan í Kunoy

Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.