Tað er ótrúðligt at fólk val aftaná val velja somu fólk inn í Klaksvíkar Býráð. Steinbjørn Jacobsen er ein av teimum, sum lovar nógv beint fyri val og eftir valið hendir einki.
Her grein á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Býráð, har hann billar fólki inn,at fyrsti stykkini á ídnaðarøkinum sunnanfyri bátahylin á Borðoyavík vera tøk seinni í ár og her skriva vit 3. juli 2006, also 10 ár og 3 mánaðar síðani og har er einki hent. Ikki eitt stykkið er selt og økið sær ræðuligt út.
Her má also skil koma á og tí er tað sera týdningarmikið, at tit velja fólk inn, sum gera nakað til nyttu og ikki bert rópa upp undir val. Farið á val týsdagin 8.november og veljið Símun á Høvdanum inn, so eg kann fáa skil á ídnaðarøkinum sunnanfyri bátahylin, tí so verður tað gjørt.
Símun á Høvdanum
Les grein hjá Steinbjørn Jacobsen frá 3. juli 2006 her: "Nýtt ídnaðarøki sunnan fyri bátahyling - fyrsti stykkini tøk seinni í ár"